Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kommunupolitikkur skal lyftast á hægri støði

SKRIVAÐ: Sámal Petur í Grund  |  21.10.2024 - 06:00 Politikkur Tíðindaskriv

Við at sameina mína politisku vitan og royndir við ítøkiligum átøkum her í kommununi, ynski eg at skapa eina kommunu við visjónum. Vit mugu hugsa longri enn til næsta val og leggja lunnar undir eina kommunu, sum er búgvin at møta framtíðar avbjóðingum.

 

Kæru borgarar í Klaksvíkar kommunu!

Vit liva í eini tíð, har kommunupolitikkur ofta verður avmarkaður til smáar gerandistrupulleikar sum hol í vegnum og tómum lyftum, ið kunnu tykjast at vera ætlað at vinna atkvøður heldur enn at loysa veruligar avbjóðingar. Sum formaður floksins við drúgvum royndum í landspolitikki, vil eg brúka mína vitan og ávirkan til at fremja ítøkilig átøk her í kommununi.

Tað er tíð upp á at lyfta politikkin upp á eitt hægri støði, við langtíðarætlanum fyri okkara kommunu. Vit mugu hava meira innihald í okkara politikki – meira kjøt upp á, sum vit plaga at taka til. Hetta merkir, at vit skulu fokusera á veruligar avbjóðingar og finna varandi loysnir, ið gagna øllum borgarum.

 

Burtur frá "karamellupolitikki"

Tað er neyðugt at fara burtur frá tí, sum eg plagi at nevna "karamellupolitikkur" – tá ið politikarar royna at vinna atkvøður við gávum og lova at bøta einstøk hol í vegnum. Vit skulu heldur leggja dent á varandi loysnir, sum í longdini gagna okkum øllum.

 

Eitt býráð til alla kommununa

Klaksvíkar kommuna fevnir ikki bert um býin, men eisini um fleiri smábygdir, so sum bygdirnar í Kalsoynni, Svínoy og Árnafirði, umframt býlingarnar Norðoyri og Ánir. Tað er alneyðugt, at vit í kommunalum høpi geva hesum bygdum og býlingum neyðugar íløgur og praktiskan stuðul, so tær verða fullvæl integreraðar í okkara felagsskap og menningarætlanir.

 

Menning av samferðslukervinum

Við mínum drúgvu royndum í politikki vil eg arbeiða fyri samstarvi millum land og kommunu, fyri at betra um samferðslukervið í kommununi. Hetta inniber betri vegir, tryggari ferðslu og munadyggan almennan flutning. Ein vælvirkandi infrakervi er grundarsteinurin undir menningini av øllum økjum í kommununi.

 

Styrkja útbúgving og skúlar

Okkara børn og ung eru framtíðin. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit veita teimum bestu møguligu útbúgvingartilboðini. Eg vil arbeiða fyri at dagføra skúlar og stovnar og menna frítíðartilboð, so at ung kunnu trívast og mennast her í kommununi.

 

Heilsa og vælferð

Ein góð heilsuskipan og vælvirkandi vælferðartænastur eru grundarlagið fyri menning og trivnaði. Vit skulu tryggja, at øll – frá børnum til eldri – hava atgongd til neyðugar tænastur og tilboð, ið kunnu betra um lívsgóðskuna.

 

Bústaðarbygging

Mangulin upp á bústaðir er ein avbjóðing, sum krevur skjótar og skilagóðar loysnir. Eg vil virka fyri at lætta um bústaðarbygging, soleiðis at familjur fáa møguleika at seta føtur undir egið borð her í kommununi.

 

Vinnumenning og arbeiðspláss

At skapa eitt virkið vinnulív er alneyðugt fyri búskapin og trivnaðin í kommununi. Við at stuðla upp undir nýskapan og íverksetan kunnu vit skapa fleiri arbeiðspláss og geva borgarum møguleika at arbeiða og búgva her.

 

Umhvørvi og burðardygd

Vit mugu verja okkara umhvørvi, og eg vil arbeiða fyri burðardyggum loysnum og grønum íløgum, ið tryggja, at kommunan bæði mennist og er við til at varðveita náttúruna.

 

Kommunupolitikkur við visjónum

Við at sameina mína politisku vitan og royndir við ítøkiligum átøkum her í kommununi, ynski eg at skapa eina kommunu við visjónum. Vit mugu hugsa longri enn til næsta val og leggja lunnar undir eina kommunu, sum er búgvin at møta framtíðar avbjóðingum.

Lat okkum saman lyfta kommunupolitikkin upp á eitt hægri støði og skapa eina betur framtíð fyri allar borgarar.

 

Sámal Petur í Grund
Formaður Sjálvstýrisins og valevni á Lista D.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður