Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksvík!

SKRIVAÐ: Áron Vest  |  20.10.2024 - 22:12 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er ikki uttan orsøk, at vit hava átta staðbundnar nevndir í Klaksvíkar kommunu, har Norðoyri er ein teirra. Tað er ikki uttan orsøk, at fólkatalið úti í Norðoyri er í støðugum vøkstri. At barnafamiljur flyta út til bygdina. At ung fólk seta føtur undir egið borð har. At ein barnagarður er bygdur har. Norðoyri er ein sonn perla í Klaksvíkar kommunu, og bygdina skulu vit hjúkla um. Ein bygd við ríkari søgu.

 

 

 

- Skal ikki koma uppá tal at niðurleggja staðbundnu nevndina Norðoyri!

Herfyri hoyrdi eg, at býráðslimir í Klaksvík, millum veggirnar á Nólsoyar Pálsgøtu 32, leggja upp ráð at niðurleggja staðbundnu nevndirnar fyri Norðoyri og Ánirnar. Eg var í sjokk. At limir, sum enntá hava umboðað staðbundnu nevndirnar í býráðnum, ikki ætla, at fólkið, Ið har býr, skal hava nakað at siga. At koyra gaffatape um gapið á øllum oyrafólki. At koyra gaffatape um gapið á øllum teimum, sum búgva norðuri í Ánunum. Hvar er virðingin? Er tað veruliga so moralskt forkastiligt, at nakar yvirhøvur upphugsar slík vemmilig ráð? Noy, aldrin skal røddin á oyrafólki, ella ánafólki, tagna! Skammið tykkum, tit, sum ætla at niðurleggja hesar báðar nevndir!

 

- Arbeiðið á Flatnavegnum skal takast uppaftur
Tað arbeiðið, sum einaferð bleiv gjørt á Flatnavegnum, steðgaði upp í 2008. Staðbundna nevndin hevur fingið lovað, at hetta verður tikið uppaftur sum skjótast. Nú er nokk bíðað hjá lokalfólkinum. Hetta má, og skal takast í álvara. Gongubreytir eru ein treyt. Eg kann onki lova einsamallur, men eg lovi við trú og heiður, at eg steðgi ikki, fyrrenn hetta arbeiðið er tikið uppaftur.

 

- Eitt alment ves setast upp á Flatnavegi
Tað er sjón fyri søgn, at úti í Norðoyri er lívligt. Børn spæla úti, niðri í fjøruni og við lakka-paradís úti í túnunum. Tað verður dyppað niðri á keiuni, har spælipláss til børnini eisini er. Tað er tí ein sjálvfylgja, at eitt alment ves skal vera til taks. Eg kann onki lova einsamallur, men eg lovi við trú og heiður, at eg vil gera mítt til, at hetta verður framt.

 

- Omankoyringin frá Fornavegnum til Flatnaveg skal breiðkast
Eg haldi ikki, at tað er ráðiligt, at einans seta ferðsluhámarkið niður og so lata tað liggja. Tað fyriliggja nakrar tekningar í nevndini, men enn er tað bara hugskot. Tað kann ikki vera rætt. Sum er, er tað ikki trygt hjá fólki og fæi at ganga har, koyra bilar á vegnum.

 

- Nú er slutt við at halda, at Norðoyri bara er ein gøta í Klaksvík

Tað var einaferð ein sum segði við meg, tá eg nevndi ymiskt, sum kundi gerast í bygdini: “Ja, altso, skulu so allir vegir í Klaksvíkar bý krevja sítt?” – í mínari verð, er hetta at spýta á øll tey, sum ikki búgva í Klaksvíkar bý. Tað er syndarligt, er hugburðurin so vánaligur, táið tað kemur til Norðoyri, Ánirnar, Svínoynna, Árnafjørð, Syðradal, Trøllanes, Mikladal og Húsar. Tað er uppá tíðina, at staðbundnu nevndirnar verða tiknar meir í álvara. Hetta eru IKKI bara vegir í Klaksvíkar bý.

 

Set X við ein, sum ynskir at oyrafólk - og staðbundnu nevndirnar annars - verða hoyrd Vel ein, sum ikki vil koyra gaffatape um gapið á teimum!

Set X við B – og gjarna við meg!

Áron Vest, valevni Sambandfloksins
Norðoyri, 21. oktober 2024

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður