Lýsing
Lýsing
Lýsing

Farstøðin skal brótast niður!

SKRIVAÐ: Petur Asano,  |  20.10.2024 - 18:30 Politikkur Tíðindaskriv

Vit skulu fyrireika okkum upp á, at ferðafólkatalið økist, og tí skulu vit hava eina nýggja farstøð, sum sømir seg fyri næststórsta bý í Føroyum! 

 

Í Klaksvík hava vit eina lítla farstøð, sum illa hóskar til miðbýin. Hon er ikki bara lítil, men skitin og hevur ongar tænastur. Hon er als ikki innbjóðandi hjá ferðandi, og fari eg at arbeiða fyri at Klaksvíkin fær eina nýggja modernaða farstøð! Farstøðin hevur nógv at siga. Farstøðin er knútapunktið fyri almennu ferðsluna í Norðoyggjum. Har steðgar býbussurin og bussarnir hjá Bygdaleiðum. Tað fyrsta ferðafólkið sær í Klaksvík er farstøðin. Børn og ung bíða eisini eftir bussinum við farstøðina. Tað kann ikki verða rætt at tey skulu bíða inni í skitnum bíðihøli sum tekur ov lítið av fólki. Fólk siga, at tey ungu gera herverk inni á farstøðini, men so skal man gera okkurt við tað. Síðani farstøðin kom, hevur býráðið ikki gjørt nakað fyri at betra um hana. Tað undrar meg stórliga,og tað er stór skomm fyri Klaksvíkina. 


Farstøðin hevur nógv at siga.

Farstøðin er knútapunktið fyri almennu ferðsluna í Norðoyggjum. Har steðgar býbussurin og bussarnir hjá Bygdaleiðum. Tað fyrsta ferðafólkið sær í Klaksvík er farstøðin. Børn og ung bíða eisini eftir bussinum við farstøðina. Tað kann ikki verða rætt at tey skulu bíða inni í skitnum bíðihøli sum tekur ov lítið av fólki. Fólk siga, at tey ungu gera herverk inni á farstøðini, men so skal man gera okkurt við tað. Síðani farstøðin kom,  hevur býráðið ikki gjørt nakað fyri at betra um hana. Tað undrar meg stórliga,og tað er stór skomm fyri Klaksvíkina. 

 

 
Ferðavinnan skal blóma í Klaksvík.

Hotel Klaksvík verður bygt næsta ár, og tað fer at gera góðan mun fyri ferðavinnuna í Klaksvík og Norðoyggjum sum heild. Vit skulu fyrireika okkum upp á, at ferðafólkatalið økist, og tí skulu vit hava eina nýggja farstøð, sum sømir seg fyri næststórsta bý í Føroyum! 

 

Petur Asano

Miðflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður