Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góði Heðin vit klára okkum!

SKRIVAÐ: Rógvi Egilstoft, borgarstjóri í Eiðis kommunu  |  17.09.2022 - 10:00 Politikkur Tíðindaskriv

Eftir at grein frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu og formanninum í Kommunufelagnum varð løgd út á netið í gjár, hevur nakað av kjaki verið um samanlegging millum Tórshavnar kommunu og Sandoynna. Eg skal ikki leggja meg út í tað kjakið, men má kortini viðmerkja partar av greinini.

Tá formaðurin í Kommunufelagnum heldur, at kommunurnar undir 1.500 borgarar einki megna, so fer hann púra skeivur.

Fólkatalið í Eiðis kommunu er gott 800. Sjálvt um tað er væl undir teir 1.500 borgararnar, sum Heðin heldur einki megna, so klára vit at bjóða borgarunum eina góða tænastu.

Eg kann m.a. nevna, at vit bjóða eina sera góða dagstovnatænastu. Hetta kemur týðuliga til sjóndar, við at fleiri námsfrøðingar hava valt at arbeiða í kommununi seinastu tíðina.

Teir ítróttaligu karmarnir eru eisini góðir í kommununi. Teir gott 800 borgararnir hava atgongd til eina høll, ein fótbóltsvøll og fitnesshøli.

Eiðis kommuna klárar eisini væl tann fíggjarliga partin. Kommunan hevur eina nettoskuld, sum er undir 0,1 eina álíkning, samstundis sum vit hava eitt skattaprosent, sum er 18,75%. So lágt skattaprosent klárar eingin av størru kommunum at bjóða sínum borgarum í løtuni.

Fólkavøksturin í Eiðis kommunu vísir, at fólk eru nøgd við tær tænastur, tey fáa. Seinastu 5 árini er fólkatalið vaksið við fleiri enn 100 fólkum, ið svarar til góð 15%.

Sanniliga megna vit, sjálvt um kommunurnar ikki eru so stórar. Um Heðin er áhugaður, so skal eg við hesum bjóða honum norð til Eiðis kommunu, fyri at síggja, hvussu vit gera tað - eitt sindur uttanfyri Tórshavn.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Lýsing