Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt annarleiðis kór, Solheim úr Noregi við serstakari messu | Mynd: Dávur Winther

Solheim frá Hamar í Christianskirkjuni

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  18.09.2022 - 23:24 Mentan Myndarøð Tíðindi

Eitt annarleiðis kór úr Noregi við serstakari messu og brúktu tey alla kirkjuna at framføra í, tó at hon er stór og rúmlig.

Konsertin byrjaði við, at Kórið í Christianskirkjuni sang sálmarnar, Sum hjørtur hyggur tráandi, Eitt navn á fold av øllum ber og so Bøn (Kol Slaven). So slapp Solheimkórið at syngja við til ”Einki er sum summarkvøld við strendur” og riggaði tað bara heilt væl. Fyllan var av góðum grundum størri, og bassarnir løgdu ein enn betri botn – úttaluni feilti einki.

Solheim stillaði síðani upp og sungu tvey norsk løg – annað við heitinum, Gøta við ímyndum eftir Eivør. Síðani fóru undir drúgvu messuna, ”Gammeldansmessa”, sum Henning Sommerro hevði skrivað. Sjálvur sat hann við urguna og sang við einsamallur stundum av loftinum.

Henning Sommerro spælir ymsik ljóðføri, men serliga klaver og orgul – Hann hevur gingið á Musikkonservatoriunum í Trøndheim, har hann bæði hevur tikið frálæru í klaver og orgul. Hann er frá Sommerro-garðinum nærhendis Skei í Surnadal.

Eina løtu stóð meginparturin av kórinum út eftir gólvinum í miðskipinum, síðani ein partur uppi á miðloftinum og saxofonspælarin reikaði runt, stundum uppi við urguna og so annars eftir ovastu bríkunum.

Eitt heilt annarleiðis kór, við kendum norskum klangi, har fiólin hevði sín leiklut við, sum heitið eisini var – frá kenda norska fólkadansinum.

Eina løtu sang kórið hjá Christianskirkjuni við og síðani endaði tað við, at áhoyrarnir eisini sungu við.

Sommerro hevði eisini skrivað lagið til Bergmannssalme, sum varð sungin til seinast. Kórleiðari var Inge Pernille Stramrud.

Við í norsaka ferðalagnum vóru 43 fólk, og hava tey eisini sungið í Havnini. Konsertin í kvøld var seinasta teirra á Føroya ferðini. Ein frálík konsert!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið