Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sjúrður Skaale á Fólkatingsins røðarapalli, har okkurt danskt mál er til viðgerðar. Men tað er fosturtøku í Føroyum, føroyskar sanktiónir mótvegis Ruslandi og gongd í haga heima í Føroyum, Sjúrður nógv heldur vil viðgera | Mynd: Kaj Joensen

Desperatur fólkatingsmaður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2022 - 12:56 Leiðarin Politikkur

Sjúrður Skaale varð valdur á Fólkating grundlógardagin í 2019, men fekk einans 136 atkvøður til løgtingsvalið sama ár og varð harvið vrakaður. Kortini var tað fyrsta, hann gjørdi í sessinum sum fólkatingsmaður, at fyriskipa eina ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í Føroyum um gongd í haga og hvørsmansrættin. Hann vildi frá byrjan heldur fingist við føroyskan politikk.

 

Nú stendur enn ein ráðstevna á skrá, hesaferð í Reinsarínum, og aftur hesaferð um føroyskan politikk, nú um fosturtøku hjá føroyskum kvinnum. Í hørðum orðadrátti hava Sjúrður og formaður Fólkafloksins tí kjakast í miðlunum um, hví Sjúrður baksast við serføroysk mál, tá hann ikki er partur av føroysku politisku skipanini. Og svarið man vera, at Sjúrður er vorðin troyttur av bonaðu gólvunum á Christiansborg og nógv heldur vil í Løgtingið.

Heilt aktuelt er Sjúrður Skaale aftur í føroysku fjølmiðlunum um, hvat samgongan heima í Føroyum eigur at gera í Russlandspolitikkinum. Klokkan 14:21 sunnudagin kemur ein grein á vp.fo um, at Barbara Gaardlykke Apol stillar upp til Fólkatingið, og tríggjar minuttir seinni liggur greinin frá Sjúrði beint omanfyri á sama portali. Her vil hann, at løgmaður setir Fólkaflokkin upp á pláss, ella eisini eigur hann at útskriva nýval.

Barbara G. Apol kritiserar, at nógv føroysk valevni bara brúka fólkatingsvalið til at markera seg til eitt seinni løgtingsval, og lovar, at hon fer einans at stilla upp til bert fólkatingsvalið og ikki løgtingsvalið. Soleiðis síggja vit síð um síð á vp.fo eitt valevni hjá Javnaðarflokkinum, ið vil fáast við fólkatingspolitikk burturav, og ein núverandi fólkatingslim, ið nógv heldur vil fáast við løgtingspolitikk.

Tvey tey seinastu fólkatingsvalini er Sjúrður Skaale valdur á Fólkating við fleiri túsund atkvøðum. Tá ið so løgtingsvalini eru komin fáar mánaðir seinni, er undirtøkan hjá Sjúrði heilt niðri á ávikavist 175 og 136 atkvøðum í 2015 og 2019. Tí tykist tað vera umráðandi fyri Sjúrð, at løgtingsvalið verður útskrivað áðrenn fólkatingsvalið. Eydnast tað Sjúrði at fáa nóg mikið av atkvøðum til at gerast løgtingsmaður, er lítið at ivast í, at hann fer í farloyvi frá fólkatingssessinum og letur Barbaru Apol fólkatingssessin, skuldi hon gjørst nr. 2.

Mestur er tað í hesum ljósinum, at áheitan Sjúrðar á Bárð á Steig Nielsen um nýval til Løgtingið skal síggjast.

Tí tað letur seg neyvan ganga í longdini, at ein fólkatingssessur verður brúktur til mál, ið sortera undir Føroya Løgtingi, og tað kann hugsast, at onkur hevur gjørt Sjúrð varugan við tað. Skulu starvsfólkini á Christiansborg bæði taka sær av tí arbeiði, ið liggur hjá fólkatingsembætinum, og omaná tað eisini gera kanningar um fosturtøkur og hagagongd í Føroyum og fyriskipa ráðstevnur um tað, so eru tey helst úti í yvirtíð, og tá fer tað at kosta eyka. Og tað er als ikki vist, at Fólkatingið vil rinda fyri tað.

Sostatt hava vit ein fólkatingslim, ið nógv heldur vildi fingist við føroysk viðurskifti, men sum situr í skeivum sessi til at kunna tað. Og verður løgtingsvalið ikki fyrrenn aftaná fólkatingsvalið, er mest sannlíkt, at hann aftur fær sessin, hann ikki vil hava, og verður vrakaður til tann sess, hann vil hava.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður