Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fíggjarmálaráðharrin: Skilagott at dagføra prísirnar hjá Bygdaleiðum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.10.2022 - 13:57 Politikkur Tíðindi

Prísirnir á olju og øðrum vørum eru hækkaðir nógv seinastu tíðina, og tí er skilagott eisini at hækka prísirnar hjá Bygdaleiðum, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í svari uppá fyrispurning.

Tað var fyri nøkrum vikum síðani, at Norðlýsið kundi siga frá, at Strandferðslan hevði í hyggju, at hækka prísirnar á bussleiðini millum Klaksvík og høvuðsstaðin.

Málið bleiv síaðni reist í Løgtinginum, tá Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, setti fram fyrispurning um málið. Nú er svarið komið. Í svarinum váttar landsstýrismaðurin, at prísirnir verða hækkaðir í næstum.

Vil betra sambandið har landfast er 

Í svarinum verður lagt aftrat, at vit skulu vænta okkum broytingar á leiðunum millum norðurøkið og Suðurstreymoy, umvegis Eysturoyartunnilin. Ein partur av hesum broytingum verður at fáa fleiri snartúrar millum nevndu økir, samstundis sum tillagingar verða gjørdar á øðrum leiðum innanfyri galdandi sáttmálar. 

Eisini verður arbeitt við at fáa betra sambandið millum norð-, suður-, og vesturøkið, umvegis Eysturoyartunnilin í sambandi viðat Sandoyartunnilin letur upp í 2023, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing