Lýsing
Lýsing
Lýsing
Olaf Durhuus plagar at hava venjingar her við hundum, Skott. Rópt vórðu ymisk boð á hundin, vinstru, høgru, legg teg, far aftaná, kom heim. | Mynd: Dávur Winther

Hundavenjing uppi á Fossum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  02.10.2022 - 19:05 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag bjóðaði Virkið Heyst til hugnaligan gongutúrur fyri alla familjuna niðan til Útistovufestið hjá Oddmari Gullaksen, har seyðahundar vístu kynstur síni - at reka og savna seyð.

Brandur Klettskarð í Kongsstovu og Oluf Durhuus plaga at hava venjingar her við hundum sínum, sum eru av Kolly-slagnum. Annar úr Svínoy og hin av Viðareiði.

Brandur hevur ein hund, sum eitur Floy, meðan hundurin hjá Oluf  eitur Skott. Báðir eru teir limir í Norðoya Seyðahunadafelag, sum hevur trý ár á baki, og brúka teir hetta innigirdað økið í Útistovufestinum at venja á saman við øðrum.

Hundurin hjá Oluf, ”skilir” bert enskt, og verða rópt ymisk boð á hann á enskum: Vinstru, høgru, legg teg, far aftaná, kom heim. Somu boð kann Oluf geva við serligu seyðahundafloytuni, sum hoyrist langan veg.

Brandur kann geva somu boð, men snakkar tó føroyskt við hundin. Brandur brúkar ikki seyðahundafloytu, men floytar við munninum ymisk boð og rópar á hundin. Men tá ið seyðurin er langt burturi, hoyrist hansara floyt ikki nóg væl – Tá er heldur ikki gott at rópa ov nógv, tí tað styggir seyðin ov nógv.

Hundurin hjá Brandi hevði eina ”leitifunktión” – Hann kundi biðja hundin leita. So fór hundurin avstað, tó at hann ikki sá seyðin, at finna hann og reka hann til harra sín.

Jú, sanniliga má sigast, at hesir hundar vóru virknir og hugbindnir, meðan vit ”bara” stóðu saman og undraðust á hesar skilagóðu hundar, sum fóru fúkandi fram eftir lendinum, gjørdu seg lítlar, men við eygum og kropsburði kundu teir fáa seyðin at renna júst hagar, teir vildu.

Jú, sanniliga ein annar máti at vera virkin, hugbundin og saman uppá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld