Lýsing
Lýsing
Lýsing

Forðaður í Føroyum, fagnaður í Kina

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  08.10.2022 - 21:24 Tíðindi Vinna

Ragnar Joensen, arbeiðandi nevndarformaður í børsskrásetta Nordic Aqua Partners, hevur reist hálva milliard krónur í váðafúsum kapitali frá íleggjarum til verkætlan við laksaaling á landi í Kina. Upprunaliga ætlaði Ragnar at ala laks í Føroyum, men tað forðaði alilóggávan.

Evnið í sending 10 av Búskapur & Vinnu er lívfrøðiligar avmarkingar og tøkniligir møguleikar í laksaalingini. Í sendingini ger Johnny í Grótnum, vertur, samrøður við Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra á Fiskaaling, og Esbern Patursson, serfrøðing hjá Hiddenfjord, um lívfrøðiligu váðarnar við eitt nú laksalús í føroyskari laksaaling. Eisini er samrøða við Sverra Justinussen, íløguleiðara í Betri Banka, sum greinar støðuna, nú kursirnir á laksapartabrøvunum rapaðu í farnu viku í kjalarvørrinum av útmeldingum um eyka skatt á norsku alivinnuna.

Til síðst í sendingini er samrøða við Ragnar Joensen, ið er kendur frá føroysku alivinnuni, har hann í fleiri ár var fyrst stjóri og síðani nevndarformaður í Mowi Føroyum. Eisini var hann í fleiri ár landastjóri í Mowi Norra og síðani menningarstjóri í Mowi samtakinum, sum er heimsins nógv størsta alifelag. Í dag arbeiðir Ragnar við framfýsnari ætlan um at ala laks á landi í Kina, har ein fyrimunur er, at alingin fer fram tætt upp á stóra kinverska marknaðin.

Alilógin forðar laksaaling á landi

Í samrøðuni greiðir Ragnar millum annað frá, hvussu hann upprunaliga ætlaði at fara undir laksaaling á landi inni á Sundi. Men her var verandi alilóggáva ein forðing, tí lógin heilt einfalt forbjóðar slíkum alivirksemi á landi uttan loyvi til sjógvaling. Í staðin fór Ragnar í samstarv við norskan íverkseta, sum longu hevði gott netverk í Kina, undir verkætlanina við at ala laks á landi í fjareystri.

Á norska minibørsinum hevur felagið reist kapital til kapitalkrevjandi verkætlanina. Felagið bleiv børsskrásett í desember 2020, og sama mánaðin setti fyritøkan føroyingin Hjalta Hvítklett sum fíggjarstjóra, sum soleiðis stendur fyri øllum tí fíggjarliga í verkætlanini. Drúgvu royndirnar hjá Ragnar geva honum møguleika eisini at vera við í sjálvum arbeiðinum við at fremja verkætlanina í Kina, har hann eisini er staddur í hesum døgum. Tí var samrøðan gjørd yvir video.

Framskygd verkætlan kann broyta laksaalingina

Fyrstu rognini blivu tikin á smoltstøðina í Kina í mars í ár, har framleiðslutíðin væntast at verða 2 ár, soleiðis at fyrstu 4.000 tonsini av alilaksi verða klárir til tøku í 2024. Tekningin vísir, hvussu alivirkið fer at síggja út, tá tað er liðugt útbygt.

Tekningin vísir, hvussu framleiðsluvirkið í Kina kemur at síggja út, tá tað er fult útbygt.

Kinversku myndugleikarnir hava tikið væl ímóti verkætlanini, tá tað økir um framleiðslumøguleikarnar har í landinum, eins og tað gevur starvsmøguleikar í eini hátøkniligari vinnu.

Í sendingini greiðir Ragnar nærri frá gongdini higartil og útlitini fyri, hvussu laksaaling á landi kann hugsast at ávirka føroysku laksaalingini í framtíðini.

Sendingin kann síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum sunnukvøldið klokkan 20:30 og er annars eisini tøk á heimasíðuni hjá Televarpinum her: Búskapur & Vinna - Televarpið (tv.fo)

Myndin vísir, hvussu framleiðsluvirkið sær út í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Laila & Malan á Summar Festivalin
U21: Føroyar í HM hálvfinaluni
Nú verður dagstovnur bygdur – vit vilja…
45 norð­urlendskir biskupar á vitjan í Kl…
KÍ stendur spyrjandi
Julian rann 5 km við tíðini 14:52
Visit Faroe Islands punktum fo
- Tit súkkla fyri teimum, sum framvegis…
Ókeypis Voxbotn Nósaland verður ársins s…
Starvs­fólka­bygningu­rin á Klaksvíkar Sjúk…
Yvirskotið til Bláu Bylgju
Rynkurnar farnar úr Klaksvík
Snallabjalla inn í KÍ høllina
Bernharður Wilkinson takkar fyri seg sum…
Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
Felagið fyri kirkju­ráð­slimir fingið búme…
Borgar­stjó­rin svarar spurningum
Eyðstein: Gongur strúkandi at fyrireika…
TSK: Lærari til Timburdeildina
Prógvhandan á Tøknibreyt­ini