Lýsing
Lýsing
Lýsing

Video: Fólkafloksins NEI til NATO og Vesturheimin

SKRIVAÐ: Sjúrður Skaale  |  24.10.2022 - 15:37 Fólkatingsval 2022 Kykmynd Politikkur

Lurtið eftir hjálagda videobroti.

Tey fyrstu ljóðbrotini við J. Vestergaard eru frá 8. februar í ár. Altso tá 100.000 russiskir hermenn stóðu klárir at leypa á Ukraina, og allir heimurin helt ondini. Tað ljóðar ótrúligt, men tað passar: Tá tosaði J. Vestergaard soleiðis.
Brotið har hann sigur, at Føroyar ongar skyldur hava í heiminum, er frá 24. februar. Morgunin eftir, at Russland hevði lopið á um náttina.

Tað síðsta – um at hann ”ikki kundi skitið meira á tað” um Russisk flogfør eru í føroyskum loftrúmi – segði hann á tingsins røðarapalli á heysti 2020.

 

Nei til radaran

J. Vestergaard hevur ikki brúk fyri nøkrum radara, sigur hann í ljóðbrotinum. Og hetta hevur stýrt Fólkafloksins politikki.
Tá andstøðan á tingi skeyt upp, at radaramálið skuldi fyri løgtingið, stemmaði Fólkaflokkurin saman við restini av samgonguni ímóti. Tí slapp Løgtingið ikki at taka støðu til hetta týðandi mál.

Í staðin skuldi Uttanlandsnevnd Løgtingsins siga nei ella ja til, at Jenis av Rana kundi gera avtaluna um radaran.
Fólkaflokkurin hevur tvey umboð í hesi nevnd. Tey eita Jacob og Elsebeth. Og bæði søgdu NEI!

Vissi Javnaðarflokkurin ikki tók ábyrgd og segði ja, hevði tað verið eitt nei úr Føroyum.

Ímyndið tykkum tað!

Eitt NEI til NATO. Eitt NEI til okkara grannar. Eitt NEI til Vesturheimin.

Og hetta NEI hevði komið úr einum landi, sum verður vart av NATO, men onga herskyldu hevur, og ongar verjuútreiðslur hevur.

Tað einasta, vit verða biðin um at lata til felags verjuna, er ein ”matrikkul til ein radara”, sum Bill Justinussen so væl orðaði tað. Ein radara, sum eisini verður eitt stórt aktiv fyri okkara sivilu loftferðslu.

Men ráddi Fólkaflokkurin, var svarið NEI!

NB!
Almenna grundgeving Fólkafloksins var, at Føroyar skuldu krevja eina fríhandilsavtalu við ES afturfyri at hýsa radaranum. Men ES og NATO eru hvør sítt. Og einki av londunum, sum hava mestan tørv á radaranum – Norra, Bretland og Ísland – eru limir í ES. Tí var hetta krav ikki bara pínligt, men eisini absurd.
Tað skal eisini sigast, at formaður floksins, Christian Andreasen, mælti til eitt ja til radaran. Fair enough. Men flokkurin segði kortini nei. Og tað fortelur okkum, at CA hevur ein stóran leiðslutrupulleika.


https://www.facebook.com/1007932676/videos/1704336229936100/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Størru fyritøkur­nar kláraðu seg heilt væ…
Ógvusligt áarføri
Skarv í Keypmannahavn vísir dystin Slova…
Pendulfráferðir um Kalsoyarfjørð
VIDEO: Klaksvík og KÍ geva mær íblástur
Epli & Grønmeti av Sandi við Magnstøð­ina…
Venjarin verður ikki til dystin
VIDEO: Vónandi fái eg fyrstu minuttir­nar…
Portiónsfram­leiðsla í vanda, tí Høgni Ho…
100 øðrvísi fyrimyndir til dreingir
Veðrið í dag
Upptakt: Slovan Bratislava-KÍ
Evropa keypir meiri flótandi gass enn na…
VIDEO: Vit eru væl fyri
Klaksvíksj­ingar/­Norðingar
Magne Hoseth sjúkur og ikki við
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Slovakiska fótbóltsambandið heiðraði Árn…
Russlands­sáttmálin: Samgongan splittað
Nýggjar tíðir hjá P/­F Reyni Service í Kl…