Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjálp til Ukraina og fiskiveiðusamstarv við Russland

SKRIVAÐ: Eirikur í Jákupsstovu  |  15.11.2022 - 16:12 Politikkur Tíðindaskriv

Tað hjálpir ikki fólkinum í Ukraina at revsa russiskar fiskimenn. Tað hjálpir fólkinum í Ukraina at hjálpa fólkinum í Ukraina.

 

Kríggið, sum Russland førir ímóti ukrainska fólkinum er ræðuligt. Sum menniskju og tjóðskaparfólk er tað ótolandi at síggja, hvussu ósek menniskjalív verða týnd og hvussu heimsins størsta land roynir at taka frælsið frá ukrainsku tjóðini.

Vit eiga at gera okkara fyri at hjálpa, men eftir mínum tykki er tað ikki við at strika fiskivinnusamstarvið við Russland, sum áhaldandi hevur verið í gildi síðan 1977, tá fyrsta avtalan varð gjørt við Sovjetsamveldið.

Tað hjálpir ikki ukrainska fólkinum, at vinnulív og fiskimenn í Russlandi og Føroyum missa møguleikarnar at vinna til lívsins uppihald. Tað ávirkar heldur ikki Putin serliga nógv, um Føroyar ikki samstarva um fiskirættindi, tá øll hini londini í okkara parti av heiminum framvegis gera fiskiveiðuavtalur við Russland.

Men tað finnast hættir veruliga at geva Ukraina hjálp. Og ein er heilt einfalt at senda Ukraina pengar. Eitt boð kundi verið 20 mió. kr.

Tí hóast vit hava okkara at stríðast við í Føroyum, og átøk avgjørt skulu gerast fyri, at fleiri fólk í Føroyum skulu hava tað gott, so eru vit hóast alt í mun til fólkatalið eitt ríkari land enn til dømis Danmark.

Tí tykist tað upplagt at senda ein part av pengunum, sum Danmark sendir til Føroyar, til tey samfeløgini, sum veruliga eru í neyð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…