Lýsing
Lýsing
Lýsing

Serlig gudstænasta í Glyvra kirkju

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.11.2022 - 14:22 Tíðindi

Í morgin, sunnudagin 20. novembur kl. 11, luttekur Føroyska Bíbliufelagið á gudstænastuni í Glyvra kirkju, har Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar og Bergur D. Joensen hevur gudstænastuna. Kunnað verður um Bíbliufelagið og høvið verður at hitta stýrið aftaná gudstænastuna.

Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagskapur, við umboðum úr flestu kirkjum og samkomum í Føroyum. Endamálið er at útgeva og útbreiða Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna.
Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum.

Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum, síðani 1961. Arbeitt verður eisini við at endurskoða Nýgga Sáttmálan, ið er gerandismálsútgáva av nýggja testamenti.

Sum nakað heilt nýtt, er Spírar, ið ger talgilt barnartilfar á føroyskum, nú eisini partur av Bíbliufelagnum. Her er nógv spennandi í ger, so øll føroysk børn, kunna síggja gott føroyskt tilfar á netinum.

Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuútgávu í øðrum londum, so hesi kunna lesa Bíbliuna á sínum egna máli. Stuðul verður m.a. veittur til sjónvarpsrásina Sat 7, ið ger kristiligar og útbúgvandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeystri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Samrøða við Neman Grodno
Samrøða við Steintór Rasmussen
Anna Lovisa setur Summar Festivalin í go…
Fíggjar­ligur bati fyri smærri vinnurekan…
Vælkomin á tónleika­fagnað!
Tíð at liva
SF: Í kvøld spæla Nik & Jay á Vágsbø
Hvar er ágrýtnið hjá leiðsluni?
Nik & Jay koma við øllum tí besta
Kom við til eina hugnaliga løtu í Gamla…
Tríggjar stjørnur, tveir kokkar, ein køk…
Tóra var besti leikari í juni
Bragdið hjá Ziska bjargaði 17 av manning…
Eysturlund - ikki kapping við SEV
Opið hús í Betesda á Summar­festivalinum
Hetta var ikki nýtt fyri Klaksvíkar komm…
SF: Eingin spyr meg – eg møti bara upp
Palestina - EINGIN VARANDI LOYSN ?
Steintór vitjar Norðlýsið