Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í alt stilla 29 fólk upp fyri Sambandsflokkin, 16 menn og 13 kvinnur. | Mynd: Sambandsflokkurin.

Hetta vil Sambandsflokkurin á Løgtingi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.11.2022 - 22:19 Politikkur Tíðindi

Sambandsflokkurin hevur eina drúgva valskrá til løgtingsvalið, og fyri Sambandsflokkin snýr hetta valið seg um tryggleika, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í introduktiónini. Komið verður inn á ótryggu støðuna í Europa, og hvussu neyðugt tað er við tryggleika í Føroyum, tá tað kemur til vælferð, búskap, verju – og mentan.

Verður lisið longri í valskránni, so kemur flokkurin, umframt vælferð og búskap, ið longu eru nevnd, inn á vinnu, burðardyggan vøkstur, altjóða samstarv, verjupolitikk, trygdarpolitikk, uttanríkispolitikk, veðurlag og umhvørvi. Málað verður sostatt við einum breiðum pensli at byrja við í valskránni.

S. 4 (og seinni eisini s. 7) í valskránni er ikki so væleydnað, tí hvítu bókstavirnir síggjast ikki væl á ljósu bakgrundini. Men við nakað av teldusnildi ber til at lesa kortini. Av heilt nýggjum vallyftum kunnu nevnast, at Sambandsflokkurin ætlar at stovna eina “Eventskrivstovu” og ein ráðgevingarstovn, “Export Faroe Islands”. Fyrrnevnda skal taka sær av samskipan og styrking av vinnuferðavinnu, meðan hin stovnurin skal veita fyritøkum ráðgeving um at koma inn á altjóða marknaðir.

Vørumerkið hjá Sambandsflokkinum øll 116 árini hevur verið ríkisfelagsskapurin við Danmark og Grønland, og hann fær eisini rúmd í valskránni. Flokkurin vil modernisera ríkisfelagsskapin, og skal eitt parlamentariskt samstarvsráð stovnast og ein arktiskur ambassadørur setast.

Á vælferðarøkinum er Sambandsflokkurin rættiliga ítøkiligur og vil eitt nú hækka útbúgvingarstuðulin við ítøkiligum upphæddum; 500 kr./mán. til miðnámsskúlanæmingar og 1.000 kr./mán. til lesandi á hægri útbúgvingum. Barnafrádrátturin skal hækkast við 2.000 krónum, barsilsgjaldið skal vaksa úr 25.000 kr. upp í 27.000 kr. beinanvegin og meira seinni, og sum nakað heilt nýtt ætlar flokkurin at seta í verk eina inflatiónstrygd, ið ger, at til ber at søkja um kr. 1.000 um mánaðin, so leingi prísvøksturin er hægri enn lønarvøksturin.

Á áðurnevndu s. 7 verður komið inn á umhvørvið burturav. Nógv verður gjørt burturúr grønum loysnum, bæði á veitarasíðuni og brúkarasíðuni. Sambandsflokkurin lovar eisini at arbeiða fyri eini loysn á drúgva trupulleikan um gongd í haga: Tað skal vera frítt fyri allar føroyingar at ganga í føroysku náttúruni, meðan vinnulig ferðavinna skal gjalda. Tó – ella harumframt – er ætlanin at íverkseta eina fráboðanarskyldu.

At enda ger Sambandsflokkurin eitt yvirlit yvir tær íløgur, sum skulu raðfestast frammarlaga. Ítøkiligar verkætlanir verða nevndar: Sjúkligahotell (hvar er tó ikki nevnt), Tjóðleikhús Føroya, Føroya Arena, Kampus (allarhelst til Fróðskaparsetrið) og sum óítøkiligar verkætlanir verða nevnd bústovnar, vardir bústaðir, SSL-ferjur og tunlar.

Til ber at taka alla valskránna í PDF-sniði niður á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti
Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórði…
Kunning á Kambsdali mikukvøldið
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025