Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðurjól

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.11.2022 - 10:00 Mentan Tíðindi

Skráin til og við 1. desember. Huff her er nógv á skrá!

 

Pakkatræið úti í Grøv 

Fyrstu pakkarnir á hugnaliga pakkatrænum verða hongdir upp tann 1. desembur. Eftir hetta eru øll vælkomin at hanga pakkar upp og at taka pakkar við heim. Øll, sum taka ein pakka, hanga ein nýggjan pakka á træið. Hetta nýtist ikki at verða stórir ella kostnaðarmiklir pakkar; men bara ein lítil tanki, sum kann gleða onkran.  

Legg pakkan í ein posa og bind band um. Skriva á pakkan, um pakkin er til gentu ella drong og eisini, hvønn aldursbólk, tín pakki er hóskandi til.  

 

 

LookNorth bjóðar øllum jólaprýði 

Hósdagin tann 1. desembur  bjóðar LookNorth øllum áhugaðum at koma inn á gólvið eftir jólaprýði. Hvør gestur fær tvey jólaprýði við sær heim. 

Opið verður frá klokkan 12.00 til klokkan 15.00 og eru øll hjartaliga vælkomin.  

 

Hugnakvøld í Kósabúðini 

Hóskvøldið tann 1. desembur klokkan 19.00 bjóðar Kósabúðin til hugnakvøld í handlinum. Á skránni verður mótasýning, fleiri góð tilboð, kappingar og okkurt gott til góman. Eisini verður møguligt at fáa góð ráð til klædnastílin frá útlærdum stylisti. Allir gestirnir fáa hvør sín goodiebag.   

Øll eru hjartaliga vælkomin at tekna seg til hugnakvøldið, sum er ókeypis. Til ber at tekna seg til kvøldið við at senda eini boð á facebook ella við at ringja á telefon 455000.  

Umframt hugnakvøldið skipar Kósabúðin fyri spennandi adventskapping í desembur. Øll, sum keypa yvir 500 krónur í jólamánaðinum, eru við í kappingini um at vinna húgvur, turriklæði, lekran ryggsekk, oyralokkar og armband. Ein vinnari verður funnin hvønn sunnudag í advent og verður hetta lýst á facebookvanganum hjá Kósabúðini.  

Á Black Friday tann 25. novembur hevur Kósabúðin fleiri garvill tilboð! Opið verður til klokkan 24.00.  

 

 

Kapping um hugnaligasta jólakøkuhús 

Angin av jólakøkum er nakað av tí mest jólaliga, ein kann ímynda sær og aftur í ár skipar Norðurjól fyri tí stóru jólahúsakøkukappingini. Dámar tær væl at baka, at hugna tær og ert tú skapandi, so er hendan kappingin júst nakað fyri teg.  

Tvær kappingar verða á skránni; ein fyri børn (upp til 12 ár) og ein fyri vaksin (13 ár og eldri). Til ber at luttaka antin sum einstaklingur ella sum bólkur.  

 

Reglugerðin fyri tey, sum luttaka:  

1. Køkuhúsið skal latast inn tann 5. desembur. 

2. Køkuhúsið skal vera gjørt av køkutilfari og skal kunna etast.  

Vinningurin fyri ársins jólakøkuhús er ein leskilig gávukurv og eitt gávukort. 

Seinasta freist at melda til jólakøkuhúsakappingina er fríggjadagin tann 2. desembur. Tú meldar til við at senda ein teldupost til nordurjol@klaksvik.fo. Minst til at skriva navn/nøvn, aldur og telefonnummar hjá teimum, ið luttaka.  

Til ber hjá øllum áhugaðum at atkvøða fyri ársins jólakøkuhúsið og verða vinnararnir avdúkaðir sunnudagin tann 11. desembur. 

Bank Nordik stuðlar kappingini um hugnaligasta jólakøkuhúsið. 

 

 

Boblur, mótashow og Jens Marni Hansen á Biskupstorgi 

Hóskvøldið tann 24. novembur verður hugnakvøld á Biskupstorginum við boblum, mótashowi og Jens Marna Hansen. 2U, Urbane, Madame og Evoke luttaka, meðan Cafe Fríða og Føroya Bjór borðreiða við ymiskum jólasmakkum.  

Hugnakvøldið byrjar kl. 20.00 og er ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.  

Allan desembur mánaða hevur Livar Nysted listaframsýning og sølu á Biskupstorgi.  

 

 

Ævintýrapallur fyri børn og barnsligar sálir 

Hósdagin tann 1. desembur letur ævintýrapallur við íblástri frá føroyskum sagnum upp á Biskupstorgi. Nærri kunning um pallin kemur seinni. 

 

 

Nissuvinir í Klaksvík 

Í desembur kunnu allir familjur, húski og einstaklingar i Klaksvík savnast um jólagleðina við at gerast nissuvinir í nakrar vikur.  

Hvør íbúgvi, hvørt húski ella familja skal geva nissuvininum/nissuvinunum fýra pakkar í desembur. Tað kann verða ein posi við nýbakaðum bollum, eitt fitt jólakort, nakrar smákøkur, eitt jólaprýði ella okkurt heilt annað. Um børn eru í familjuni, ber eisini til hjá børnunum at gera okkurt fitt jólaprýði, sum kann gleða nissuvinin.  

 

Soleiðis kunnu vit øll á hvør sín hátt verða við til at gleða onkran í jólamánaðinum - og tað er jú sonn jólagleði! 

Mannagongdin er hendan:  

1. Tú sendir ein teldupost til nordurjol@klaksvik.fo, har tú upplýsir navn og aldur hjá øllum í húskinum. Minst eisini til at viðmerkja bústaðin. 

2. Tú fært ein teldupost sendandi aftur frá nordujol@klaksvik.fo, har tú fært upplýst nøvnini hjá familjuni ella húskinum, sum verða tínir nissuvinir.  

3. Fýra ferðir í desembur leggur tú ein lítlan pakka inn til tínar nissuvinir. Sum hjá øllum røttum nissum, so verður hetta sjálvandi gjørt í loyndum. Soleiðis veit eingin, hvør teirra nissuvinir er.  

Tín nissuvinur ger tað sama, so tú ella títt húski fáa eisini fýra pakkar at gleðast um. 

4. Saman við seinasta pakkanum kanst tú leggja eina jólaheilsan við, har tú sigur teimum, hvørji tit eru. Soleiðis kunnu vit øll við seinasta pakkanum fáa at vita, hvørjir nissuvinir okkara eru.  

 

Freistin at tekna seg til er tann 1. desembur. Sí nærri kunning á facebook undir “Nissuvinir í Klaksvík". 

 

 

Black Friday kapping hjá Klaksvíkar Handilsfelag 

Tann 25. Novembur verður Black Friday kapping í øllum handlum hjá Klaksvíkar Handilsfelag. Fyri hvørjar 100 krónur, sum tú keypir fyri i handlunum hjá Klaksvíkar Handilsfelag, fært tú ein lutaseðil og ert við í lutakastinum um ymiskar vinningar.  

 

Vinn gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag 

Frá 25. novembur til tann 20. desembur fært tú ein lutaseðil fyri hvørt Handilskort, sum tú keypir frá Klaksvíkar Handilsfelag. Allir lutaseðlar eru við í lutakasti um eitt Handilskort við virði á 1.000 krónur.   

 

 

Jólastova í verkstaðnum á Brekku 

Í desembur hevur verkstaðið á brekku Jólastovu við jólasølu á loftinum.  Opið er frá klokkan 09.00 til klokkan 15.00 allar gerandisdagar. Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja Jólastovuna.  

 

 

Jólaperlur í Alfa Bókhandli 

Einki er betur enn heimagjørt jólaprýði og vilja vit tí bjóða øllum børnum, vaksnum og eldri vælkomin inn í Alfa Bókhandil við einum perlaðum jólaprýði. Síðani hanga vit jólaprýðini i vindeyguni í handlinum. Øll, sum koma við einum perlaðum jólaprýði innan 30. novembur klokkan 17.30 eru við í lutakastinum um eitt gávukort á 300 krónur.  

 

 

Norðurjól á Norðoya Fornminnasavni 

Framsýningin á Norðoya Fornminnasavni hevur opið týsdag og hósdag frá 13-15. Atgongumerki kosta 50 kr. fyri vaksin, meðan børn og skúlanæmingar hava ókeypis atgongd.  

Í samband við Norðurjól fara vit at hava eina framsýning við myndum av Jólaskipatiltakinum gjøgnum árini. Dagurin verður lýstur seinni og verður ókeypis fyri øll.  

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen