Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Vágstúni tendrað í kvøld

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  25.11.2022 - 22:15 Mentan Myndarøð Tíðindi

Veðrið var fagurt og veðurguðarnir høvdu sett  regnskjólið yvir høvdið.

Nýggi stigabilurin hjá Klaksvíkar Sløkkiliði hjálpti til at tendra træið.

Við í kurvini vóru Karl, borgarstjóri og ein jólamaður. Uppgávan hjá teimum var at tendra jólatræið. Teir vórðu lyftir 10 m heilt upp til jólastjørnuna á trænum.

Áðrenn hevði Klaksvíkar Hornorkestur spælt tvey jólaløg. Síðani bað borgarstjórin børnini hjálpa sær at telja upp í fimm, fyri at fáa træið at tendra.

Við sær hevði hann ein serliga ljóspinn, sum skuldi tendra træið, men tíverri taldu børnini ov spakuliga, so tað riggaði ikki.

Hann bað tí børnini telja uppaftur harðari – og taldu tey so hart, at tað hoyrdist næstan um alla Klaksvík. Tá bar til og vakra træið tendraði so prýðiliga um allan miðýin.

Síðani var Karl, borgarstjóri loraður longur niður frá 10 m høga træmum, samstundis sum hann byrjaði eina góða og hugnaliga røðu.

Eftir røðuna spældi hornorksetrið aftur og endaði við Gleðilig jól, sum øll tey mongu børnini og tey vaksinu sluppu at syngja við til.

Ein hugnalig og jólaligløta løta við flotta stigabilinum, jólamanni og góðum tónleika frá Klaksvíkar Hornorkestri

Niðanfyri verður røðan hjá Karl H. Johansen, borgarstjóra endurgivin.

Gott kvøld øll somul!

Hjartaliga vælkomin, nú løtan er komin, har vit fara at tendra jólatræið í miðbýnum.

Tá jólatræið í miðbýnum tendrar, so er tað eitt greitt tekin um, at jólini nærkast.

Og á hvørjum ári fáa jóla-tónarnir frá Klaksvíkar hornorkestri okkum eisini veruliga at merkja jólahátíðina.

Ár eftir ár møta tit trúføst upp og fjálga okkum við tykkara vøkru tónum. Takk fyri, at tit eru við til at gera hesa løtuna serstaka og takk til tykkum øll, sum eru møtt her í kvøld. 

Vit lýsa ofta tíðina upp til jóla sum eina tíð, har vit rokast.

Tikið verður til, at tað ikki er fyrr enn aftaná, at vit eru liðug at keypa, pynta, baka og vaska, at vit seta ferðina niður og kanska ikki fyrr enn tá gerast varug við tað fjálga og hugnaliga.

Vit skulu líka hava skil uppá øll tey praktisku viðurskiftini.

Men eg haldi, at vit skylda okkum sjálvum eisini at njóta løturnar, sum eru, áðrenn friður valdar yvir jólini.

Hetta er avgjørt ein av teimum.

Her er onki hóvasták! Vit eru saman, børnini renna runt um vakra træið og vit hava møguleika at hugsavna okkum um vøkru tónarnar frá hornorkestrinum.

Ja, kanska loyva vit enntá tonkunum framat og fara at hugsa um siðvenjur, sum mynda okkara jólahøgtíð.

Eg kundi lýst míni jól í trimum. Hvussu eg upplivdi tey, sum barn, sum smábarnafamilja og tíðina í dag.

 

Um tað virkar natúrligt, sig so hetta:

Góðu fittu børn, mammur, pápar, abbar og ommur

Kunnu tit líka koma eitt sindur nærri...

 

Tá eg var lítil fingu vit fortalt, at jólamaðurin búði uppi undir Snæfelli.

Hava tit eisini hoyrt tað?

Sjálvt um vit hvørt kvøld í desember royndu at fáa eyga á hann, so sóu vit ongantíð nakran jólamannin fyrr enn jólaaftan.

Tað var ómetaliga spennandi, tí tá kom jólamaðurin altíð við einari gávu til okkara.  

Í dag eru fleiri jólamenn. Eg haldi eisini teir duga betur at ferðast enn teir gomlu. Kanska orka teir betur at ganga í fjøllunum, tí teir síggjast oftari enn fyrr.

 

Tá eg bleiv eitt sindur eldri, bleiv eg politistur og eisini pápi at tveimum fittum gentum, sum eita Annika og Durita.

Tær eru vaksnar konur í dag, men tá tær vóru lítlar sum tit, tá gleddu tær seg eisini til jólaaftan, tí jólamaðurin kom eisini altíð at vitja tær tá.

Men tá ið man arbeiðir sum politistur, so skal man ofta til arbeiðis um kvøldið. Eisini onkuntíð um náttina. 

Og vita tit hvussu løgi tað var tá?

Hvørja ferð jólamaðurin kom at vitja Anniku og Duritu, so ringdu tey frá politistøðini og søgdu at eg mátti koma til arbeiðis. Tí var tað sera sjáldan at eg slapp at hitta jólamannin heima hjá okkum.

Men á hvørjum ári gloymdi jólamaðurin húgvuna, turriklæði ella okkurt eftir í kjallaranum, í hjallinum ella uttanfyri húsini, so eg visti altíð at hann hevði verið har.

Nú nærkast, at vit fara at tendra jólatræið, men eg havi hug at leggja afturat, at hóast jólini hava havt ymiskt innihald gjøgnum árini, so er tað ein boðskapur, sum er tann sami – Gleðiboðskapurin um, at Jesus Kristus frelsari varð borðin í heim. 

Saman við familju, vinfólkum og kenningum fegnast vit á hvørjum ári um fødda frelsaran, og tí eru tað mong, sum hittast til hugnaliga samveru hesa høgtíðina.

Tað eru tó eisini fólk, sum hesa tíðina uppliva einsemi, og tað haldi eg at vit øll kunnu leggja okkum í geyma, og eftir førimuni geva teimum, ið treingja, og vitja tey, sum sita einsamøll.

At vera nakað fyri onnur er ongin sjálvfylgja og krevur yvirskot. Vár Harra styrki okkum til tess, tí vit vita, at  “sælari er at geva enn at fáa”.

Góðu tit øll!

Nú vit hava talt niður og tendra ljósini á vakra trænum, so skal ljóða eitt ynski um eina góða advent og eini gleðilig jól til tykkum øll.

Takk fyri.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…