Lýsing
Lýsing
Lýsing

Johnny ikki verið skrivari í Fólkaflokkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.11.2022 - 12:52 Tíðindi

Norðlýsið heitti á Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um at eftirkanna politisku vallyftini sæð úr einum samfelagsbúskaparligum horni. In.fo hevur skrivað, at Johnny áður skal hava arbeitt sum skrivari fyri Fólkaflokkin. Hetta er tó ikki so.

Seinastu vikuna hevur hann eftirkanna vallyftir frá ávíkavist Erhardi Joensen (B) um at sloyfa mótrokning í fólkapensjónini, Høgna Hoydal (E) um at áleggja oljufeløgunum prísloft og fleiri politiskum flokkum viðvíkjandi MVG-frítøku á eitt nú mjólk.

Í sambandi við greinarøðina hevur onkur av politisku valevnunum givið ilt av sær og spurt Norðlýsið, um Johnny ikki arbeiðir fyri ávísan politiskan flokk. Eisini hevur In.fo skrivað, at Johnny áður skal hava arbeitt sum skrivari fyri Fólkaflokkin. Vit hava sent spurningin víðari til Johnny.

“Tað er ikki rætt, at eg havi arbeitt sum skrivari fyri Fólkaflokkin, men eg havi gjørt ymiskar búskaparligar útrokningar fyri flokkin, eins og eg havi gjørt fyri fleiri aðrar politiskar flokkar og politikarar” svarar Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur. “Hetta hevur altíð snúð seg um búskaparfakliga grundaðar útrokningar av politisku málunum og átøkunum. Tað vil siga, at eg ikki havi verið við til at leggja sjálvan politikkin til rættis ella fremja í verki. Sostatt havi eg heldur ongantíð luttikið á fundi við tingmanningina ella landsstýrismanningina, soleiðis sum ein skrivari vildi gjørt. Men av tí, at eg fekk samsýning frá floksskrivstovuni fyri gjørda konsulentarbeiðið, hevur løgtingsfyrisitingin sett mítt navn á listan yvir skrivarar á heimasíðuna hjá Løgtinginum. Tí er In.fo umskylt fyri at skriva soleiðis.”

Hvussu fært tú eftirkanna vallyftir fyri Norðlýsið, tá tú áður hevur gjørt útrokningar fyri politikarar?

“Tá tú í næstsíðstu viku heitti á meg um at gera hesa uppgávuna, hugsaði eg eisini við mær sjálvum, at onkur politikari kundi fara at reagera ímóti mær sum persóni, tá eg sum sagt havi gjørt slíkar greiningar fyri fleiri av politisku flokkunum. At eg allíkavæl átók mær uppgávuna er tí, at eg leingi havi saknað slíkar fakligar greiningar av politiskum útmeldingum við lyftum, sum jú ofta hava eina búskaparliga avleiðing knýtta at sær. Ongin ivi er um, at tað er tørvur á slíkum útgreiningum, eins og Detektor hevur gjørt á DR í fleiri ár. At eg eisini havi gjørt líknandi útrokningar fyri politiskar flokkar gevur mær fyri so vítt bara enn meira hug at greina ítøkiligu vallyftini. Eg havi annars eisini fingið áheitanir frá fleiri av politisku flokkunum um at stilla upp, bæði til farin val og til hetta valið, men tað havi eg avvíst hvørja ferð. “

Hvussu tryggjar tú tær, at tað ikki er beinleiðis politisk tilráðing, ið tú borðreiðir við í Norðlýsinum?

“Í hesi greinarøðini geri eg greiningar frá einum búskaparfakligum vinkli við teimum ástøðiligu amboðum og taltilfari, ið er tøkt. Tí gevur tað heldur onga meining at viðgera vallyftir, sum eru ‘reint’ politisk, har sannføringarnar hjá veljaranum eru avgerandi fyri, um tað er rætt ella skeivt. Eisini má eg avmarka meg frá greiningum, har fakliga ella hagtalsliga grundarlagið fyri at úttala meg er avmarkað. Í summum førum kann greiningin leiða til, at neyvari greiningar mugu gerast, áðrenn endaliga fakliga støðutakan.”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…