Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sálarsjúka og sálarheilsa – kann raka okkum øll

SKRIVAÐ: Kristianna Winther Poulsen  |  29.11.2022 - 13:45 Lesarabrøv Politikkur

Vit skulu arbeiða fyri eini betri sálarheilsu og hava betri tilboð til teirra, sum hava  sálarsjúku. Tí vit skulu ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.

Sálarsjúka og sálarheilsa – kann raka okkum øll
Vit skulu arbeiða fyri eini betri sálarheilsu og hava betri tilboð til teirra, sum hava  sálarsjúku. Tí vit skulu ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.
 
Fólkaheilsuráðið hevur sett sálarheilsu á skrá, og Sinnisbati og Fountain House gera eitt stórt arbeiði. Vit eru í dag meira tilvitað um týdningin av tilboðum, viðgerð og kunning um sálarsjúku og sálarheilsu. Sálarligar avbjóðingar eru ikki longdur tagdar burtur sum fyrr, tá ið fólk ’endaðu úti hjá Árna’, um tey skuldu á Psykiatriska Depilin, og so varð ikki tosað meira um tað. 
 
Sálarsjúka kann raka okkum øll, og millum ein triðingur og helvtin av okkum verða rakt av sálarligari sjúku á okkara lívsleið. Angist og tunglyndi koma oftast fyri, og umleið 30 prosent hava angist ella fáa angist eina ferð í lívinum. Men við røttum viðgerðartilboðum ber til hjá nógvum at sleppa av við sálarligu líðingarnar ella at liva við teimum.
 
Neyðugt er við hægri raðfesting og við fleiri tilboðum til sálarsjúk, so sum:
 
·      sálarfrøðilig bráðfeingismóttøka
·      betri hjálp til børn og ung við sálarligum avbjóðingum
·      lættari atgongd til sálarfrøðing
·      betri hjálp fyri angist
·      fleiri bústaðartilboð til menniskju, sum stríðast við sálarliga líðing
·      fyritíðarpensjónin skal betrast
·      betri og lættari tilknýtið til arbeiðsmarknaðin
 
Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái høvi eftir løgtingsvalið 8. desember.
 
X við Javnaðarflokkin
 
X við Kristionnu Winther Poulsen
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…