Lýsing
Lýsing
Lýsing

Førleikameting, vaksnamannalæra og yrkisútbúgvingar ja takk!

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen  |  29.11.2022 - 18:30 Lesarabrøv Politikkur

Vit mangla arbeiðsmegi á nógvum økjum í Føroyum. Tí mugu fleiri útbúgvingar- og lærupláss verða tøk innan, námsfrøði, sjúkrarøkt, heilsufakini og yrkisútbúgvingar.

Førleikameting, vaksnamannalæra og yrkisútbúgvingar ja takk!
Vit mangla arbeiðsmegi á nógvum økjum í Føroyum. Tí mugu fleiri útbúgvingar- og lærupláss verða tøk innan, námsfrøði, sjúkrarøkt, heilsufakini og yrkisútbúgvingar.
Samstundis mugu vit gera tað smidligari hjá teimum, ið longu hava førleikar og royndir innan ymisk størv at nema sær útbúgving.
Førleikameting og góðkenning av útbúgvingum.
Sambært dokumentarsendingini “Førleikar fyri skeyti” hjá Kringvarpinum, herfyri, eru umleið 400 kvinnur av asiatiskum uppruna í Føroyum. Tær flestu hava hægri útbúgving, ið tær ikki sleppa at brúka, tí teirra útbúgving ikki er góðkend í Føroyum. Hetta er als ikki gott nokk og tí má arbeiðið við førleikameting og góðkenning av útbúgvingum styrkjast.
Vaksnamannalæra setast í verk beinanveg
Vit hava nógv tilkomin fólk, ið kundu hugsa sær at farið í læru, men tey hava eitt nú børn og hús, og tí ikki ráð at fara í læru, tí lærlingalønin ger tað ómøguligt at fáa endarnar at røkka saman. Í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum skal vaksnamannalæra tí setast á stovn, har tilkomin kunnu fara í læru við hægri løn, enn vanliga lærlingaløn.
Innan umsorgannarfakini eiga vit at seta skipan í verk so eitt nú heilsuhjálparar og heilsurøktarar kunnu fáa løn undir útbúgving. Hetta vil eisini økja um tilgongdina til fakini.
Jøvn tilgongd av læruplássum skal tryggjast.
Vit hava ung í Føroyum, ið ynskja at fáa eitt lærupláss, men einki fáa, tá ið tíðirnar ikki eru góðar. Øvugt eru metnógv lærupláss at fáa í góðum tíðum.
Tó kunnu ung altíð sleppa inn á miðnám, uttan mun til hvussu tíðirnar eru. Tí fara fleiri á miðnám, ið kanska heldur ynsktu sær eitt lærupláss. Hetta er ikki nøktandi, og tí má tað almenna ,saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, tryggja, at tað ber til at fáa eitt lærupláss, uttan mun til hvussu tíðirnar eru.
Avtalað var í undanfarnu samgongu við trýpartasamráðingum, at í ringum tíðum bindur tað almenna seg til at nýta nógvan pening til viðlíkahald, so vinnan hevur arbeiðið, og tí kann bjóða lærupláss, eisini tá ið tíðirnar ikki eru góðar. Hetta skulu vit taka upp aftur, um Javnaðarflokkurin kemur til valdið.
Fjølbroyttari útboð av yrkisútbúgvingum
Vit eiga miðvíst at seta fleiri yrkisútbúgvingar á stovn, so útboðið verður meira fjølbroytt eitt nú tænara og reseptionist. Eisini er upplagt at seta útbúgvingina til byggismið á stovn.Vit eiga at kunna skipað skúlagongd í Føroyum fyri smærri fak, so vit ikki koma at mangla grundleggjandi førleikar í Føroyum.
Hetta vilja vit í javnaðarflokkinum arbeiða fyri.
Eyðgunn Samuelsen, valevni Javnaðarflokkurin
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…