Lýsing
Lýsing
Annfinnur Heinesen helt røðu á Norðoyri, har hópin av fólki møtti upp í góðveðrinum. | Mynd: Dávur Winther

Jólatræið úti á Oyri

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  29.11.2022 - 14:25 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldið varð jólatræið úti á Oyri tendrað av Annfinni Heinesen, har hópin av fólki møtti upp í góðveðrinum.

Jólatræið stendur heimi í eldru bygdini og spældi Klaksvíkar Hornorkestur jólaligar og hunaligar tónar eisini. eftir at talan var hildin og sundið verð, Gleðilig jól, meðan Klaksvíkar Hornorklestur spældi undir, var boðið til ein drekkamunn og ein jólapakka til børnini úti í snotiliga barnagarðinum, Baldusrbrá.

Niðanfyri verður røðan, Annfinnur Heinesen helt, endrugivin:

Gótt kvøld øll somul og hjartaliga vælkomin til hetta lítla hátíðarhaldið, nú vit fara at tendra jólatræið úti á Oyri. Eg havi verið nógv herúti. Hevði góðar vinmenn úti á Oyri, so her havi eg mangan sitið væl.

Veðrið hevur ikki verið nakað serligt seinastu tíðina. Vindur og regn, myrkt og kalt. Men nakað fjálgt og hugnaligt er kortini yvir hesi bíðitíðini  til jóla, nú vit øll kveikja ljós, fyri hvørjum øðrum.

Um dagarnar stendur ein lítið “jólalig” kunngerð í miðlunum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um fuglakrím millum gæs og dunnur. Hetta fekk fleiri føroyingar at óttast, at jólaaftansdøgverðin var í vanda. Dunnu mugu vit hava, siga mong.

Men tað hevur ikki altíð verið so. Dunnuegg vóru altíð góð, men dunnan sjálv var ikki so høgt í metum fyrst í farnu øld.

Oliver á Norðlýsinum hevði fyri nøkrum árum síðan samrøðu við gomlu Elisabeth, hjá Kristionnu og Jóan Karl Høgnesen, sum var bóndi í Niðristovu – um hvussu lívið var her í bygdini.

Eitt stuttligt, Elisabeth tá nevndi var, at kom dunna á borðið í Niðristovu, so rýmdu mannfólkini. Tí dunna varð ikki hildin at vera fólkamatur. Nei, tey ótu ræst kjøt jólaaftan og feskt kjøt jóladag.

So í Niðristovu hevur ongin kreppa verið, um dunna ikki fekst. Og dunnurnar, ja tær kundu liggja púra tryggar og sutla víðari í veitum og lortarennum, uttan uppíblanding frá heilsumyndugleikum ella øðrum. Og ongin hvørki kannaði ella legði nakað í, um dunnurnar høvdu krím.

Hvat siga børnini? Hvat dámar tykkum best at eta á jólum? (Ein smágenta svaraði so fitt: Riv!)

Henda tíðin fyri góðari øld síðan man hava verið tung. Úti í heimi var kríggj. Í Føroyum var fátæksligt. Tað var eisini myrkt. Tá vóru ongar gøtulyktir. Vit kunnu ímynda okkum, hvussu torført tað hevur verið at gingið húsanna og bygdanna ímillum. Smátt var eisini við ljósi, í smáu vindeygunum, í smáu húsunum.

Men onkuntíð høvdu tey vøkunætur, eisini her úti á Oyri.

Vita tit børn, hvat ein vøkunátt er?

Ein vøkunátt, var ein hugnalig nátt við hita og ljósi, práti og góðum mati, har øll sótu saman, og royndu at gera alt tað liðugt, sum skuldi verða liðugt til jóla.

Fyrr í tíðini fingu børnini bara nýggj klæðir til jóla. Tað var tað. Hvat siga børnini í dag? Ynskja tit tykkum bleytar pakkar, ella harðar pakkar?

---

Ja, hetta at tendra ljós, hevur altíð havt ein serligan týdning.

Frits Johannesen í Fuglafirði greiddi einaferð frá, at omman í Oyndarfirði tendraði ljós hjá kríatúrunum hvørja jólanátt. Og tá hon kom uppaftur úr fjóskjallaranum, læt í henni: “Frægari høli fekk Frelsarin ikki, tá ið hann kom í heimin.”

So friðsælt og hugnaligt var tað. Og hetta, at kúgv var í nærum hvørjum kjallara, man onkursvegna hava leitt tankarnar hjá fólki aftur til jólanáttina á Betlehems fløtum, og í Betlehems fjósi. Tað tørvaði ikki tey stóru ímyndingarevnini at gera samanberingar, tí tá vistu øll, hvat eitt fjós og ein krubba var.

Minnast tit børnini, hvør tað var sum lá í krubbuni?

Frá ljósinum í fjósinum, koma vit at hugsa um, at vit sjálvi eru smá ljós í lívinum hjá hvørjum øðrum. Ella sum íslendska skaldið Matthias Jochumsson yrkti í sínum kenda sálmi, í vakrari týðing eftir Mikkjal á Ryggi: “Guð ger meg til eitt lítið ljós”. Gævi, at vit øll onkursvegna kunnu lýsa fyri teimum, sum sita í myrkri.

Stjørnuhavið, sum lýsir fyri okkum øllum tá tað er myrkt, minna meg á jólayrkingina "Út um heimin", har Heri Nolsøe skrivar:

Fangar eygað stjørnuhavið,

so mong ljósár burt her frá,

nú á fjøllum liggur kavi,

jólaljós í gluggum sá.

 

Eitt fagnarkór á himli hátt,

ein klár bjørt symfoni,

sum fylti hesa vøkru nátt,

og gav oss sannan frið.

Í eini tíð, tá mong leita sær til stórplássini, kunnu vit saman gleðast um smáplássini, og tann heilt serliga hugnan og felagsskapin sum vit finna í bygdalívinum. Hetta er vert at varðveita, sum ein viktigan part av okkara mentan.

Oyri, ella Norðoyri, er í dag ein livandi bygd, sum í mun til fólkatalið man verða ein av skjótast vaksandi bygdum í Føroyum. Fyri bara fáum árum síðani vóru tit knapt hundrað, í dag búgva knapt 160. Sum eg dugi at telja, eiga tit eisini nógv fitt børn. Og nú hoyrdi eg, at tit eisini fingu ein gekkavinnara í farnu viku?

Vit eru komin saman at tendra jólatræið, ið skal minna okkum á jólini og ta tilstundandi høgtíðina. Og hóast siðirnir broytast við tíðini, er jólaboðskapurin hin sami, tí enn sum áður snýr tað seg um at gleða onnur. Tí givin gáva kveikir eisini gleði hjá gevaranum.

Jól eru ikki bara ein ávís árstíð, jól eru ein kensla. Og Gud havi lov, brúka vit enn tíð, orku og pening uppá at pynta okkara bygdir við eittans einum endamáli:        At skapa gleði og hugna og ljós, í eini annars myrkari tíð.

Vónandi kunnu vit - ikki bara á jólum - men eisini aðrar dagar, duga at bera víðari ta gleði og ta gávu, jólini geva okkum, og at vit hjálpa, har neyð er.

Og góðu børn, sum gleða tykkum til jóla: Eg vóni, at tit fara at hugna tykkum komandi tíðina, og at tit ikki alt ov ótolin telja teir bara 26 dagarnar til jóla. Hugsið heldur um, at tað eru bara… ja, hvussu nógvir dagar eru, til tit sleppa at lata ta fyrstu lúkuna upp í jólakalendaranum?  

Ein tøkk til Klaksvíkar kommunu fyri, at farið verður kring bygdirnar í norðuroyggjum at tendra jólatrø. Tøkk til Klaksvíkar Hornorkestur fyri tykkara trúfesti, at tit altíð eru við til at seta tykkara serliga jóladám á løtuna.

Takk fyri at eg fekk høvið at siga nøkur orð í kvøld, og takk tit mongu, sum komu við til hetta lítla hátíðarhald, tí øll eru vit við til at skapa rætta hugnan, tá vit koma saman slíkar løtur.

Guðs signing, og tá vit koma har til, gleðilig jól, øll somul.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…