Lýsing
Lýsing
Lýsing
Váttligt veður hetta vikuskiftið. Samregn og/ella ælaveður næstan alla tíðina. Enn er lýtt, men í næstu viku kølnar. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.12.2022 - 15:00 Tíðindi Veðrið

Nokkso vátt vikuskifti fyri framman. Eitt brúgvalag við nógvum regni hevur lagt seg yvir Føroyar og fer at liggja oman fyri okkum í dag og út á seinnapartin í morgin. Eftir tað er ælaveður. Sunnunáttina er turt eina løtu, so er aftur ælaveður.

Luftrákið er enn sunnaneftir, men tað fer at broytast. Eitt hátrýst er við at mennast yvir Eysturgrønlandi, og tá er vanliga høgætt í Føroyum. Hetta verður í næstu viku. Men fyrst hvussu veðrið fer at vera í vikuskiftinum.

Seinnapartin í dag eru 5 til 10 m/s av suðuri, tað er skýggjað og regn so at siga kring alt landið. Hitin liggur um 10 til 12 stig.

Og soleiðis kunnu vit vænta, at veðrið fer at vera restina av hesum degi, tó at tað fer kølna nøkur stig í kvøld, niður í 7-8 stig.

Í nátt fer ættin allan vegin úr suðuri upp í norðan. Framvegis skýggjað og regn, men vindurin fer at minka niður í 3 til 8 m/s eina løtu, men veksur aftur upp í 5 til 10 m/s fram ímóti middegi.

Seinnapartin í morgin minkar vindurin aftur, í annaðkvøld er bert eitt lítið lot úr ymsum ættum. Samregnið, sum hevur verið í eitt samdøgur, fer at minka, og út á kvøldið er smáskýggjað og ælaveður.

Hitin í morgin fer at liggja um 8 til 10 stig um dagin. Um náttina niður í 6 stig.

Sunnunáttina er lítið lot úr ymsum ættum, smáskýggjað og ælaveður. Út á fyrrapartin er norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin og restina av degnum er norðurætt, undir 5 m/s, smáskýggjað og fyri tað mesta turt.

Hitin sunnudagin 7 til 9 stig. Um náttina niður í 5 stig.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…
Ræðuherferðin hjá Sambands­flokki­num í fu…
Starvs­felagið: Fimm valevni til nevndina
Torradagar: Heimurin á einum vegamóti
Tilnevn­ingar til ÍtróttaNAVNIÐ 2025
Andras Nolsøe vitjar Norðlýsið
Kunning um parkeringsviðurskifti við Kla…
Nýtt vinnunetverk stovnað í Klaksvík
Klakkur landar 185 tons
Sloans Savn letur upp og minnisvarði ver…
Klaksvíkar Sjúkra­hús, stovnað 1898 – 128…
Hugnaløta um gomlu Klaksvíkar kirkju
Lat okkum seta hol á eina Føroyska rúmda…
KÍ og HB í stórsteypadystum
Tiltøk í Havn og Klaksvík: Hvat kunnu Fø…
“Til havnar vit fara”... á kvæðastevnu