Lýsing
Lýsing
Lýsing

Havragreytur við bollum í

SKRIVAÐ: Nils Stóra  |  11.12.2022 - 12:37 Lesarabrøv Politikkur

 

Tá aldurnar eftir drúgvar moralskar polittiskar metingar, hövdu nökulunda lagt seg, brast en ein tikkandi bumba.

Eftir at fyrstu tíðindini fóru at berast av polittiska brestinum, fór landið aftur niður í ferð…
Lá máttleyst og uttan nakað mótevnið móti forvitni.
Út mótið kvöldið, sótu flest öll nelgd frammanfyri skermin og bíðaðu eftir degi og viku.
Tá dagur og vika byrtist var stemningurin líkast teimum út í heimi, tá ein víðgongd hernaðar junta hevur gjört statskvett.

Dagin eftir hómaðist ein mynd av leiðslu flokksins ið minti meg á kenda málningin hjá Da Vinci “hin seinasta kvöldmáltíðin”
Eftir kvöldmáltíðina var so undirliggjandi tónin í appelini frá apostlum floksins “ætla eisini tit at yvirgeva (ella svíkja) meg..?”
Lötu eftir appelina, byrtust so fyrstu ljósagrönu vangamyndirnar á FB “hvar skullu vit fara..?”
Harvið vóru föroya bestu (polittisku) rakstrar menn purraðir út, at fáa seyð sín til höldar í óförinum.

Tögnin frá hinum flokkunum minti mest um sorg við ringari samvitsku, tá óvinur liggur til tað síðsta.
Ikki lögið at eingin teirra helt seg hava rætt at “kasta fyrsta steinin”
Allir hövdu teir merkt sviðan av hesum polittiska moralska stríðið, tvístöðuna um syndina og at taka synd í…
Dýri prísurin og avleiðingin hevur verið ein dyggur smeitur, fyri berandi virðini í öllum flokkum.

Mitt í moralska meldrinum, fyri góðum árið síðan, stakk ein radari seg up, sum ketta upp úr hövdatrogi.
Föroyski sveinurin hjá Mettu, hevði megnað sína “lobby” uppgávu til lýtar, meðan hann borreiddi okkum við meira av Havragrínið…
Sveinurin bæði dugir og kennir handverkið, hvussu fegnast er at flúgva um nætur.

Ein avgerð ið danir og NATO longu hövdu tikið, men nú var pakka inn sum ein umbön frá Dönum.
Grundgevingin “fair nok” at tippa eitt opið hol í verjuni móti Russum.
Amerikanska fregnartænastan hevði longu tá ávarða Ukrainar við russiskari innrás.

Eitt tiltrongt mál hjá flokkunum at gera vart við seg, nú Danska umbönin lítur dagsins ljós.!
Eingin sigst vera ímótið, men hvussu hettar skal förast út í lívið, setur nú kýlar í polittiska arbeiði. Ikki bara yvir flokksmörk, men eisini innanhýsis.

Við eitt verður blikalogn runt um kærkomnu donsku umbönina…. Vit vakna við kaldan dreym á morgni  24 februar.! Russar hövdu gjört innrás í Ukraina við stórari hermegið, úr tveimum ættum.

Polittisku maskinurnar eru nú aftur settar á fult.
Hvör flokkur á fötur öðrum, nýtir nú hövi at fordöma innrásina fyri öllum. (landsmonnum okkara)
Seinni kemur ein samansett yvirlýsing frá Lögmanni…
Hon kom nakað seint og nakað eftir teirri donsku. (Kanska okkurt teknist brek, haldi mær til góðar um so er.)
Sum vantað…. fullkomin passaði hon inn í rammuna á donsku yvirlysingini.

Sum dagarnir ganga fær eisini hettar málið ein moralskan dám…
fyri ella ímótið.!
Skurkurin í frælsis strýðnum, meldar hart út.!
Flokkur hansara vil ikki skriva undir ein nýggjan sáttmála um Barentshavið.
Í hölunum á honum kemur föroyski arbeiðaraflokkurin við mildari, men líknandi útmelding.
Eftir situr frælsis skurkurin (sum ikki einaferð) við svarta Petur í kortspælinum við Javnaðin og vianaflokkin hjá Görpunum.
Sambandið hyggur at, men skilir ikki spælið Svarti Petur.

Fyri mær langt av landið skotin og tættari hernaðar frontinum, tykjast mær yvirlýsingarnar eru mest fyri at tekkjast hvörjum öðrum, heldur en at vísa umheiminum eina sterka stöðu móti Russum.

Havi ongan rætt at oysa úr skál vreiðirnar, lang vekk frá áarbakkanum í Skopun.
Og langt verið tað frá mær at drýta í egið reiður, ið er mær kært.
Saknið berandi polittisku virðini og okkara polittisku profilering út um landamörk ríkisins.
 
Hví er eingin so frætt at sær komin, at nevna Finsku og Svensku leiðina at vísa sína ónögd..?
Eitt mótmælið í vil nakað, og vísir Rússum í verkið “heðar og ikki longur..!”
Svenska og Finska avgerðin sendi ein polittiskan skjálvta inn í ovastu russisku leiðsluna.

Tjóðveldið og hin parturinn av loysingarvonginum…. Ein umsókn um sjálvstöðugan limaskap í NATO.
Braking News.!
En eitt land ynskir NATO limaskap, sum avleiðing av krígnum.
Ikki bara ein yvirskrift í tv-avisen, men heimspressunni við.
Eisini ein skorin fressur hjá sambandsveinginum og sveininum hjá Mettu….
Ynskið teirra um at fáa störri uttanríkis polittiska ávirkan, hevði uttan yva verið gingin á mötið, hövdu teir spælt hendan trumfin (jóker-skemtaran)

Er bangin fyri at eisini her hókna vit í knöðunum, fyri og ímótið… tá heilaga heimastýrislógin verður drigin fram og víst á at hon ikki gevur okkum hesa heimild…. Puha…!

Kanska Norska loysnin er betur, um ein NATO umsókn er í so grotesk og fornermandi fyri Danir..?
Samhandilin millum Norra og Russland hevur í ár sligið öll met, moralst ikki gott fyri normenn, men Storre og Javnaðurin hava funnið röttu loysnina.
Loysnin er einföld. So hvört sum samhandilin veksur ökja teir vápna hjálpina til Ukraina.
Case closed og moral problemið loyst…!

Eitt russist orðatak sigur at öll stjala, summi stjala bara eitt sindur minni. Summi duga tó ikki at fjala tað..!

Siti við hvört og klippi “dukkulisur” saman við dóttrini, og liti tær við russiskum vatnslitum.
Skal ikki döma moralin hjá öðrum, tá eg sjálvur havi ein moralskan trupuleika við russisku litunum.

Zelendski kemur hvönn morgun við einari áheitan til umheimin. (burdi kanska kalla morgunlesturin “havrageyt” við bollum í)
Áheitanin er og hevur verið “send okkum vápn”

Eg fór eftir ynski hansara fyri at nullstilla moralsku tvístöðuna, og sendi nakrar evrur at keypa eitt messil fyri.
Har hevði eg möguleikan at seta eina heilsan á mesilina frá mær persónliga.
Var kanska í so feikur tá eg ikki vildi merkja hana

Regards Nils Stóra

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum