Lýsing
Lýsing
Lýsing

Halgi- og merkisdagar skapa møguleikar fyri felagsskapi

SKRIVAÐ: Sámal Matras Kristiansen  |  16.12.2022 - 17:00 Lesarabrøv Mentan Politikkur

At avtaka ein halgidag fyri at fáa ráð til fleiri vápn! Ikki júst ein gleðiboðskapur, nú stundar til jóla.

Danmark hevur fingið nýggja stjórn, og millum fyrstu boðini er, at tey ætla sær at avtaka Dýra biðidag. Grundgevingin fyri hesum er reint búskaparlig. Tað gevur fleiri arbeiðstímar og sostatt størri inntøkur og harav skattainntøkur. Sambært DR skulu eyka pengarnir m.a. brúkast til at økja útreiðslurnar til verjumál.

At avtaka ein halgidag fyri at fáa ráð til fleiri vápn! Ikki júst ein gleðiboðskapur, nú stundar til jóla.

Hetta eru av sonnum harmilig tíðindi at frætta. Eitt er tað reint kirkjuliga inntrivið. Men eisini fyri onnur eru halgidagar av stórum týdningi. Hetta eru dagar, tá flest øll hava frí og sostatt hava møguleika at hittast til alskyns høvi, átrúnaðarliga sum verðsliga.

Eitt er, at fólk hava møguleika fyri at leggja sær egnar feriudagar til ymisk endamál. Halgi- og merkisdagarnir kunnu tó meiri og annað enn hesir, tí teir geva flestøllum frí samstundis. Hesir dagar eru einastandandi høvi til at røkja felagsskapin, heldur enn bara at individualisera frítíðina. Samfelagið er nóg individualiserað sum er, og tørvur er á at skapa rúm fyri at vera saman um onnur áhugamál enn arbeiði.  

 

Áttu heldur at fingið fleiri halgi- og merkisdagar

At avtaka halgidagar fyri búskaparligan løtuvinning er sjálvandi ein stuttskygdur háttur hjá tí almenna at fáa endarnar at røkka saman. ”Riget fattes penge”, sum danir taka til við tilsiping til oyðsl Christians fjórða – krígskongin mikla. Men skjótt er hesin vøksturin etin upp, og pengar fara aftur at resta í. Hvat er so at gera? Skulu halgi- og merkisdagarnir bara strikast ein fyri ein, so hvørt sum pengar vanta í almennu kassunum?

Heldur áttu vit at farið hinvegin: at fingið fleiri halgi- og merkisdagar, har vit kunnu savnast. Eg havi áður eftirlýst ein halgidag um heystið, t.d. Allahalgannadag og møguliga eisini Allasálnadag. Tíðarbilið er dekan ov langt frá Ólavsøku til jóla. Sjálvandi forðar hetta stuttskygdum búskaparvøkstri, men vit verða so nógv ríkari á annan hátt: sosialt, mentanarliga, menniskjuliga.

Enn kunnu vit í hvussu er gleða okkum til tríggjar fragdríku jóladagar í næstum. Tað ræður um at njóta teir, tí hvør veit? Kanska fer onkur fíggjarmálaráðharri í neyð at skjóta upp at strika 2. jóladag fyri at bøta um arbeiðsútboðið – og síðani kanska 2. páskadag og 2. hvítusunnudag… Tað er ikki so langt síðani at jólaaftan gjørdist frídagur hjá teimum flestu.

Halgi- og merkisdagarnir eru privilegiir, ið vit eiga at læra okkum at seta prís upp á, tí annars kann saktans henda, at fíggjarliga sperdir politikarar taka teir frá okkum – fyri landskassans løtuvinning.  

Gleðilig jól, øll somul!


Sámal Matras Kristiansen,
organistur o.m.a.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leika venjingardysti…
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Lærarastørv til samfelags­frøði, søgu og…
Mjølnir boðar til aðalfund
Klakkur landar 310 tons av frystum fiski
Sólmay landaði sløk 2.800 pund
Veðrið í vikuni
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Hjartaliga vælkomin í miðbýin
Tøkk - Birgir Steinfinn Matras
Kurvabólt­felagið HÁVUR
Til frama fyri fólkið