Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað regnar illa í dag. Kavin, sum er komin niður í vikuskiftinum, fer. Mikudagin verður aftur kaldari, og eftir tað er avfallið kavi. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.12.2022 - 07:19 Tíðindi Veðrið

Eitt lágtrýst liggur einar 400 fjórðingar vestan fyri Føroyar, og eitt brúgvalag haðani við nógvum regni liggur yvir Føroyar í morgun. Tað fer at regna allan dag, slítur ikki í fyrr enn í nátt. Samstundis rekur lýggj luft yvir Føroyar sunnaneftir í dag og í morgin og mikunáttina eisini.

Mikudagin fer lágtrýstið at ganga eystureftir sunnan fyri Føroyar. Tá kemur kalda høgættin aftur og er til nakað inn í næstu viku – t.v.s. øll jólini. Ikki nógv kavaavfall seinnapartin í vikuni, tó løtur við ælaveðri.

Veðrið hetta til fríggjadagin – dag fyri dag:

Mánadag: Eystan, 15 til 20 m/s, skýggjað og regn. Út á fyrrapartin minkar vindurin, á middegi eru 3 til 8 m/s, og ættin fer seinnapartin so við og við niður í landsynning og seint í kvøld niður í sunnan. Skýggjað og regn allan dagin.

Hitin mánadagin fer úr 3 stigum í morgun upp í 10 stig í kvøld.

Týsdag: Sunnan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og ælaveður um náttina, sum líður út á morgunin aftur skýggjað og regn.

Hitin týsdagin fer at liggja millum 4 og 9 stig.

Mikudag: Um náttina sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn. Fyrrapartin gongur hann upp í eystan og so landnyrðing. Vindurin fer at veksa út á seinnapartin upp í 13 til 18 m/s, skýggjað og regn, men sum frálíður ælingar við kava.

Hitin mikudagin fer at liggja úr 3 til 8 stig fyrrapartin og eitt sindur út á seinnapartin. Eftir tað fer tað at kølna nøkur stig, niður í umleið 5 stig.

Hósdag: Landnyrðingur, 10 til 15 m/s, sum út á fyrrapartin minkar niður í  8 til 13 m/s. Luftin verður eitt sindur klárari – t.e. skiftandi skýloft og kavaæl. Út á seinnapartin og um kvøldið minkar vindurin enn meira, og ættin hækkar upp í norðan. Á midnátt eru undir 5 m/s av norði, skýggjað og kavaælingar.

Hitin hósdagin fer at liggja um 1 til 4 stig. Um náttina minus 2 stig.

Fríggjadag: Norðan, undir 5 m/s, skýggjað og kavaæl.

Hitin fríggjadagin fer at liggja úr minus 2 stigum upp í pluss 4 stig.

So er tað vikuskiftið við jólunum. Veðrið á jólum í ár fer yvirhøvur at vera soleiðis, at vit fara at hava høgætt við kulda og kavaælingur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki kvøldið hjá forfólkunum
Takk fyri stuðulin tit vístu mær
Heimstjørnan Flo Rida til Føroyar – 6. j…
Sjálvstýri – Our Vision for the Faroe Is…
Hví oyðsla, tá árið er at halla?
Orðblind skulu eisini hava høga raðfesti…
Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…
Sjúrður Skaale verður greiður toppskjútt…
188 fólk fleiri valdu enn í 2022
Javnstøða má eisini fevna um dreingir, m…