Lýsing
Lýsing

Fótbóltskongurin er deyður

SKRIVAÐ: Jóan Pauli Jacobsen  |  30.12.2022 - 08:14 Ítrottur Tíðindi

Edson Arantes do Nascimento stendur í passinum. Vit kenna hann betur sum Pelé. Ein av heimsins allarbestu leikarum. Nú hevur hann lagt árarnar inn.

 

Pelé varð føddur í 1940 og vaks upp í lítlu landsbygdini Tres Corações. Uppvøksturin var merktur av fátækadømi, men pápin, róptur Dondinho, sum spældi fyri Santos í 1930-árunum, hevði góð evnir til at spæla fótbólt og skjótt gjørdist greitt, at vegurin hjá Pelé út úr fátækadøminum var gjøgnum fótbóltsspælið.

Hann gjørdi vart við seg sum ungdómsleikari í Bauru og tað kom eisini gamla felagnum hjá faðirinum fyri oyrað og hann kom til brasilska havnarbýin sum 15 ára gamalur í 1956. Tíðliga gjørdist greitt, at ungi Pelé hevði framúr fótbóltsevnir. Hesin lítli, myrki áleyparin hevði bóltførleika sum ongin annar og tað lá rættiliga væl fyri at skjóta mál. Tað sá so leikandi lætt út, alt, sum hann gjørdi við bóltinum. Gleðin lýsti av andlitinum, tá ið hann var tætt við ein bólt. Skjótt gjørdist Pelé samnevni við sanna fótbóltsgleði. Í skúlagarðinum, í staðbundna fótbóltsfelagnum, í skúlabókunum, ja, í dreymunum ynsktu allir at vera Pelé, sum dugdi so væl við lítlu, rundu svínabløðruni.

Longu sum 16 ára gamalur kom Pelé á brasilska landsliðið. Longu tá skoraði hann mál upp á samliband. 36 mál fyri Santos í kappingini um brasilska meistaraheitið í 1957 og heili 53 árið eftir. Landsliðsvenjarin, Vicente Foela, kundi ikki skáka sær undan at taka unga leikaran við teimum viðføddu fótbóltsevnunum við í brasilska HM-hópin í Svøríki í 1958. Í fyrsta umfari var hann bert eykaleikari fyri stjørnuáleyparan José Altafini ella Mazzola, sum hann varð róptur  – men skjótt vendist í holini. Eftir tveir teir fyrstu dystirnar sluppu tveir komandi, risastórir brasilskir stjørnuleikarar til fatið. Pelé og Garrincha – Lítli fuglurin – sum hevði meitt seg so illa sum heilt ungur, at bara læknarnir vistu, hvussu hann varð settur saman aftur: Annað beinið kálvakníggjað og hitt hjólbeint, men driblikongur á høgra vongi sum ongin annar. Við besnissaðum driblignum lokkaði Garrincha mótstøðuleikarar til sín og tað gav pláss til Pelé, sum so veruliga kundi gera vart við seg. Saman skaptu teir eina fótbóltsrembing, sum fótbóltsspælið ongantíð hevði upplivað áður. Stílurin varð kallaður fyri “Ginga”, har fótbóltsevnir, fimi og dansur gingu saman í eina hægri eind. Soleiðis bar eisini til at spæla fótbólt!

4-2-4 leikskipanin hjá Feola, har Pelé og Garrincha stjórnaðu álopsspælinum feiaði alla mótstøðu til viks. Í finaluni bíðaði vertslandið, Svøríki, sum endiliga hevði loyvt yrkisleikarum at umboða landsliðið og tískil møttu við “il Professore”, Gunnar Gren, og “il Barone”, Nils Liedholm undir leiðslu av enska venjaranum, George Raynor. Svøríki var tá at rokna sum ein stór fótbóltstjóð: Gull í OL 1948, bronsu í HM 1950 í Brazil og OL 1952 í Finnlandi. Tá vóru leikararnir bara áhugaleikarar og nú sluppu allir yrkisleikararnir við.

Hóast Liedholm tíðliga í dystinum legði Svøríki á odda, so var tað ein framsýningardystur frá gestunum. Teir trøllabundu áskoðararnir og Pelé skoraði tvey mál. Tað fyrra var avbera gott, tá ungi tannáringurin jongleraði bóltin upp á høvdið, koyrdi undir bóltin við lærinum og fluktaði bóltin í málið, so svenski málverjin, “Rio-Kalle” Svensson stóð sum kánus. Ungi gandakallurin tútbrølaði undir handanini av heiðursmerkjum, meðan brasilski málmaðurin, Gilmar, royndi at troysta hann. At enda græt allur heimurin saman við Pelé hatta juni-kvøldið á Råsunda leikvøllinum.

Tey komandi árini fekk FC Santos væl burtur úr unga stjørnuskotinum. Pelé spældi okkurt um 100 og 120 dystir um árið, harímillum fleiri framsýningardystir. Brasilska landsliðið, A Seleção, helt seg eisini framat at krevja høgar upphæddir fyri landsdystir. DBU vildi kortini ikki góðtaka upphæddina í 1960 og tískil mátti Stævnet, í veruleikanum landsliðið, traðka til. Í mai mánaða 1960 tóku 52.000 eydnusælir danskir áskoðarar av møguleikanum, tá Brazil kneykaði Danmark 4-3. Pelé varð nú vorðin fyrsta stóra fótbóltsstjørnan, men hann bar tað væl í almenna rúminum.

Í 1962 merkti hann fyri fyrstu ferð kærleikan frá mótstøðuleikarum, sum ikki kundu steðga honum á regluligan hátt. Bulgarskir verjuleikarar fóru illa við knøunum hjá Pelé, sum tískil bert kundi stuðla viðleikarunum uttan fyri vøllin, tá Brazil fyri 2. ferð á rað lyfti Jules Rimet-steypinum upp fyri fjepparunum. Í 1965 leyp Pelé kortini framav, tá argentinski miðverjin, José Agustin Mesiano, í einum Mini-HM fekk nevan á kjaftin. Pelé fór beinanvegin út av vøllinum, men síðani vendi Pelé altíð hin kjálkan til, tá mótstøðuliðini góvu honum andstyggiliga viðferð. Uppaftur verri gekk undir HM 1966 í Onglandi. Niðurtúrurin hjá Garrincha var byrjaður og portugisisku verjuleikararnir sparkaðu heldur Pelé enn bóltin. Pelé og Brazil vórðu rætt og slætt sparkaðir úr HM-kappingini.

Pelé fekk kortini sína hevnd og hevði skotið 1.000 mál á hægsta stigi. Undan HM 1970 vísti frákoyrdi venjarin, João Saldanha, sítt taktiska skil, tá hann togaði Pelé longu aftur á vøllin, meðan nýggi venjarin, fyrrverandi liðfelagin á landsliðnum, Mário Zagallo, legði Roberto Rivellino út á vinstra vong. Knappliga var “Ginga” aftur har! Brazil kveistraði alla mótstøðu til viks! Bjargingin hjá Gordon Banks av headaranum hjá Pelé; fullkomna uppleggið frá Pelé til liðskiparan, Carlos Alberto, sum kom tuskandi í einum yvirlappi og smekkaði bóltin í málið; tá Pelé hoppaði hægri enn italski heimsklassaverjuleikarin, Tarcisio Burgnich, og skallaði bóltin í netið aftan fyri Enrico Albertosi; Pelé í føvninginum hjá sama Carlos Alberto; Pelé í kongastóli; stutt og greitt: Jogo Bonito!

Pelé steðgaði at spæla við FC Santos í 1974, men tá hevði eisini vunnið alt umframt tríggjar ferðir heimsmeistari. Í 1975 skrivaði hann brádliga sáttmála við New York Cosmos og spældi saman við týska keisaranum, Franz Beckenbauer, í nøkur kappingarár. Teir fingu stóran týdning fyri menningina av fótbóltsspælinum í USA, men í 1977 legði hann gaggurnar á hillina med alla. Seinasti dysturin var ein framsýningardystur millum FC Santos og New York Cosmos. Sjálvandi spældi Pelé ein hálvleik fyri hvørt liðið.

Hann gjørdist síðani sendiharri fyri FIFA og politikkari, men í privatlívinum hevði hann sínar avbjóðingar, hóast hann altíð vísti seg sum hábærsligan, stórbæran, vinarligan og smílandi. Hann giftist tríggjar ferðir, skiltist tvær ferðir og átti børn uttangarðs.

Í gjár sløknaði ein tann bjartasta fótbóltsstjørnan nakrantíð eftir illviljaðan krabbavøkstur. Hann gjørdist 82 ára gamalur.

Ærað veri minnið um brasilska Fótbóltskongin, Pelé.

 

Kelda: Leysliga eftir Michael Kjærbøl

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…