Lýsing
Lýsing
Lýsing
Yvirhøvur turt og klárt á midnátt í kvøld. Miðalvindferðin fyri landið fer at liggja um 8 til 13 m/s. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  31.12.2022 - 16:05 Tíðindi Veðrið

Hann hevur ligið av útnyrðingi í morgun og nakað út á seinnapartin. Nú gongur hann niður í vestan og í kvøld er útsynningur. Miðalvindferðin kring landið er farin úr 10 m/s í morgun niður um 5 m/s. Hvirlur vóru í tíðliga í morgun, sum vóru umleið tvær ferðir miðalvindin. Ættin gongur niðureftir.

Men, nú klokkan er 16 á síðsta degi í árinum, er veðrið gott, lítil og eingin vindur, yvirhøvur klárt og okkurt kavaælið. Lotið sum er, kemur av vestri.

Hetta til midnátt er broytingin í veðrinum hendan, at um 18 tíðina er ættin komin niður í útsynning; vindferðin enn tann sama sum nú, og enn klárt og fyri tað mesta einki avfall.

Men vindurin fer at vaksa eitt sindur av útsynningi í kvøld. Klokkan 21 eru 5 til 10 m/s, klárt og fyri tað mesta turt – t.e. einki avfall. Á midnátt eru 8 til 13 m/s, klárt og einki avfall, ella næstan einki avfall.

Útsynningur er, líkasum allar aðrar ættir, ymiskur kring landið. Støð kring landið, sum venda ímóti útsynningi, fara at hava eitt sindur meira vind, um 10 til 15 m/s, neyvan meiri enn tað. Aðrastaðni eru fjøll, sum verja ímóti útsynningi. Har fara tey at merkja minni vind – onkunstaðni bert eitt lítið lot.

Tað hevði verið leingi at nevnt øll støð í Føroyum, hvussu útsynningur er, so tað lati eg liggja í hesari seinastu grein um veðrið í 2022.

Gott nýggjár øll somul.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…