Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt flaggskip við slagsíðu

SKRIVAÐ: Steintór Rasmussen  |  01.01.2023 - 23:21 Lesarabrøv Politikkur

Tað tykist mær, sum sjálv stevnan hjá flokkinum er runnin út í lokalpolitikk, persónligar ambitiónir, politikaralønir, høga tign og vald.

 

Vónandi mistaki eg meg. Men uttan Klaksvík eri eg bangin fyri, at fetini móti sjálvbjargni og sjálvstýri her á landi verða smá og týdningarleys.

Telvingin hjá undanfarnu samgongu var á markinum til tað primitiva. Kvinnan varð at kalla ikki umboðað í landsstýrinum. Men undirskotið av norðoyingum og eysturoyingum í núverandi stjórn, er ikki serliga framkomin ella uppbyggjandi fyri land og fólk.

Móttøka var 22. desembur. Samgongan var skipað. Hendan livandi jólagávan. Ein vøkur bukett av dugnaligum og væl ætlandi kvinnur og monnum, sum vilja gera tað besta fyri land og fólk. Og hjartans takk fyri tað.

Vit høvdu staðið mitt í tí stóra og djúpa kavanum. So í øllum regninum, sum skolaði oman av fjøllunum. Og nú blástu frísku vindarnir um Føroya land. Samgongan var komin í hús. Og landsstýrið skuldi mannast. Nógv tjóðveldisfólk bíðaðu spent. Flokkurin var óvæntað komin í eina góða støðu. Í havsbrúnni hómaðist møguleikin. Ja, sjálv broytingin. Undan valinum hevði formaðurin enn eina ferð tosað um tey mongu góðu valevnini og um ta sterku føroysku tjóðskaparrørsluna, har tað ikki snúði seg um persónar, men meira um hugsjónina og viljan at lyfta í felag.

Í fyrstu atløgu avvápaði jólafriðurin ein trúfastan stuðul, vin og kritikara. Men nú ein vika er farin, eri eg framvegis ikki komin yvir hesa illa umhugsnu telvingina. Tað tykist mær, sum sjálv stevnan hjá flokkinum er runnin út í lokalpolitikk, persónligar ambitiónir, politikaralønir, høga tign og vald.

Ikki veit eg, um tað er Sirið, sum hevur valt Dennis, ella Dennis, sum hevur valt Sirið at fara í landsstýrið ... Hóast íðin skilafólk bæði tvey, sum eg eisini virðismeti sera høgt, so er politiska yvirkreditteringin av Vági ikki góð fyri Tjóðveldi.
Men leikurin gerst nærum fullkomin, tá flokkurin setur sín helst best umtókta politikara í tingformanssessin, meðan leiðarin hesa seinastu fjórðings øldina dregur fram aftur garvaða slitna stríðskappa sín og fer út í Tinganes.

Demokratiskt ella ikki. Tjóðveldi hevur ligið so lágt í nógv ár. Spell at trúgvin á egnan mátt framvegis telur meira enn evnini og viljin at endurreisa flokkin – ikki minst í stóru bygdunum í landnyrðingspartinum av landinum.

Sorgblíður veittri eg mínum hugsjónaliga flaggskipi, sum við stórari slagsíðu leggur frá landi, farvæl. Vóni tó, at túrurin verður góður, og at tað gongst skipara og manning væl.

Helst skilji eg ikki tað politiska spælið nóg væl. Mín meining er, at Fiskimálaráðið skuldi verið flutt til Klaksvíkar. Um suðuroyingar høvdu viljað hýst Mentamálaráðnum, so høvdu flestu føroyingar helst eisini kunna livað við tí. Fleiri smærri skrivstovur kring landið og minni ferðsla til og úr høvuðsstaðnum hevði ivaleyst sett ferðina í samfelagnum niður. Og skapað ein meira innihaldsríkan og virðismiklan gerandisdag.

Sjálvur fari eg at ganga mær ein túr eftir Klaksvíksvegnum. Vænti ikki at hitta nakran høgan embætismann ella landsstýrisfólk. Friður verði við tí. Politikkur er eisini tað góða prátið á gøtuni og undir húsavegginum.

Fari at ynskja øllum føroyingum á bygd og í bý eitt gott nýggjár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið