Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ósjónliga hondin hjá Adam Smith hevði valt høllina á Strondum

Ósjónliga hondin hjá Ellefsen er ikki trupulleikin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.01.2023 - 13:32 Leiðarin Politikkur

Tá miðstaðarøkið í Føroyum verður forfordeilt á løgtingsins fíggjarlóg, so er tað ikki tí at marknaðarmekanismurnar leggja upp til tað. Útjaðarin hevur ongar trupulleikar við at kappast uppá prís, tvørturímóti. Trupulleikin er, at miðstaðarøkið verður uppraðfest frá politiskari síðu, eisini tá tað ikki er skynsamasta staðið at brúka landskassakrónurnar.

 

Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, er úti við tonkum, ið enda við, at tað almenna ikki skal blanda seg upp í tær mekanismur, ið ráða fyri, hvørjar vørur og tænastur vit velja at framleiða. Tí skal tann “ósjónliga hondin” hjá Adam Smith taka sær av sjálv. So langt, so gott. Men tað er avgjørt ikki Ósjónliga Hondin, ið tekur sær av studningi til miðstaðarøkið.

Búskaparfrøðingurin á almenna stovninum er fortørnaður inn á, at tosað verður um tann framleiðandi partin og tann forbrúkandi partin og sigur, at “Sostatt eru vit øll líka týdningarmikil” og harvið, at tað kann gera tað sama, hvat vit fáast við, men skjýtur so uppí, at tað er galdandi “í tí samfelagnum, har ‘tann ósjónliga hondin’ ræður fyri, hvat fyri vørur og tænastur vit velja at framleiða”.

Hans Ellefsen sigur tað ikki beinleiðis – uttan iva tí hann væl veit betur – men leggur upp til, at Føroyar eru eitt tílíkt samfelag, har tað er tann ósjónliga hondin, ið virkar, eisini tá tað kemur til eftirspurning frá tí almenna. Men tað er bara ikki so í veruleikanum. Í tí føroyska búskapinum eru óteljandi játtanir, ið ikki høvdu eksisterað, ella verið væl minni, um marknaðarkreftirnar sluppu at ráða. Og tað veit Hans Ellefsen væl.

Um ósjónliga hondin ráddi í Føroyum, so lá tað almenna til dømis ikki og leigaði bygningar í Havn til landsins hægsta fermetraprís. So funnu heilt nógvir almennir stovnar út kring landið, har raksturin og fermetraprísurin er munandi bíligari. Men har hevur politiska skipanin valt at stuðla útleigarum í Havn og at gjalda hægru leiguna har. Landskassin rindar sostatt eyka fyri eina vøru/tænastu í Havn heldur enn at keypa somu vøru/tænastu bíligari í t.d. Fuglafirði. Hóast tað ikki er tað búskaparliga skynsama at gera.  

Á Strondum fór nakrar eldsálir í gongd við eina stórhøll, sum var væl bíligari enn tann, ætlanin er at gera í Hoyvík. Men har komu tveir politikarar við 30 milliónum frá almenna Danmark til høllina í Hoyvík, og harvið fekk høllin á Strondum banahøggið. Ósjónliga hondin hevði valt høllina á Strondum fram um, tí hon var bíligari, men høllin í Hoyvík vann við almennum stuðulskrónum í rygginum.

Tá ið nýtt Tjóðleikhús skuldi byggjast, var tað ein treyt frá almennari politiskari síðu um, at tað skuldi liggja í Havn. Tað varð avgjørt frammanundan, og onnur øki sluppu ikki eingong at bjóða seg fram. At byggja tjóðleikhús í Havn er at bera sand til Sahara og enntá at gjalda eyka fyri at sleppa tað, og tað kundi Ósjónliga Hondin ongantíð funnið uppá. Men politikararnir kunnu, og teir so gjørdu.

Hví liggur Vinnuháskúlin í Havn? Ósjónliga hondin hevði lagt hann í Eysturoynni ella Norðoyggjum, allarhelst saman við Sjónámi í Klaksvík fyri at skapa synergieffekt har. Men svarið er tað sama sum omanfyri. Vinnuháskúlin liggur í Havn, tí politikararnir ynsktu, at Havnin fekk tann skúlan.

Veruleikin er tann, at sera nógvir pengar á Løgtingsins fíggjarlóg ikki falla niður har í Føroyum, sum tað er fíggjarliga mest skynsamt at brúka teir, og har sum ósjónliga hondin tí hevði latið teir fallið. Í staðin detta teir niður har, sum politikararnir síggja sær flestar atkvøður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Durita Samuelsen og Anne Mar…
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Frá Melodi Grand Prix til Basel: Sissal…
Hallur Hansson hevur gjørt nýggjan sáttm…
476 uppskot til maskott
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv