Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fer samgongan at loyva oljuleiting í føroyskum øki?

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  20.01.2023 - 09:00 Tíðindaskriv

Allur vesturheimurin heldur ondini og bíðar í spenningi eftir,  hvat fer at henda í orkuspurninginum.  Hevur vesturheimurin  nóg mikið av olju og gassi í framtíðini ?

Norra og Bretlandi  hava sæð álvaran í eyguni og hava  sett meir ferð á oljuleiting og Týskland fer at víðka um kolavinnuna.

Londini rundan um okkum hava sæð álvaran og handla. Spurningurin er, hvat gera vit í Føroyum fyri at verða við til at bjarga Europa úr orkukreppuni.

Sitandi samgonga hevur júst gjørt eitt samgonguskjal, har  stóru linjurnar fyri politikkin komandi 4 árini eru lagdar, men har er  ikki eitt orð um oljuleiting. Ikki eitt orð um eitt stórt mál, sum kann koma at fáa stórar avleiðing fyri allan vesturheimin. Eisini okkum her í Føroyum .

Tí verður hesin fyrispurningurin settur til landsstýrismannin í vinnumálum Høgna Hoydal.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur

------

Niðanfyri sæst fyrispurningurin:

Spurningar:

1. Fer samgongan í framtíðini at loyva oljuleiting í føroyskum øki ?

2. Um ja, hevur samgongan so ætlanir um at gera nakað aktivt fyri at fáa oljufeløg at
koma hendanvegin fyri at leita eftir olju í føroyskum øki?

Viðmerkingar:
Sigast má, at allur vesturheimurin er í orkukreppu og prísirnir eru ovurhonds høgir, og
onki bendir á, at støðan fer at batna.

Samgongan hevur onki skrivað í samgonguskjalið um oljuleiting, so vit vita ikki, hvat
samgongan ætlar á hesum økinum, ella um nøkur semja er um oljuleiting. Hesin
fyrispurningur verður settur fyri at vita, hvat Føroyar gera í hesum átrokandi máli.

Tað verður mest tosað um umlegging til varandi orkukeldur, og tað er skilagott.

Vit mugu tó ásanna, at heimurin fer at vera bundin av olju í nógv ár fram, og tørvurin
á orku er vaksandi. Norra hevur tikið avleiðingarnar og fer at seta rættiliga ferð á
oljuleiting, og Bretland hevur eisini skrúvað upp fyri oljuleiting. Týskland hevur
trupulleikar av orkumangli og fer nú aftur at víðka um kolavinnuna, so har eru stórar
avbjóðingar.

Londini rundan um okkum hava sæð álvaran og handla. Og spurningurin er, hvat gera
vit í Føroyum fyri at verða við til at bjarga Europa úr orkukreppuni

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Lýsing