Lýsing
Lýsing
Lýsing

Holocaust minningarhald í Kelduni

SKRIVAÐ: ICEJ Føroyar og Vinafelagið Føroyar – Ísrael  |  27.01.2023 - 11:01 Mentan Tíðindi

Á skránni verður m.a. sangur, violin framførsla við myndum, innsløg, og ein fyrilestur við Dag Øyvind Juliussen, sum er dagligur leiðari av ICEJ Norra og partur av høvuðsleiðsluni hjá ICEJ í Jerúsalem, og er eisini aktivur í samkomuvirksemi.

Løgtingið samtykti í 2019 at gera 27. Januar til almennan minningardag um Holocaust og fólkadráp.

 

Í tí sambandi fara ICEJ Føroyar saman við Vinafelagið Føroyar – Ísrael at skipa fyri einum Holocaust minningarhaldi fríggjakvøldið 27. Januar kl 19:30 í Kelduni í Skálafirði.

 

Á skránni verður m.a. sangur, violin framførsla við myndum, innsløg, og ein fyrilestur við Dag Øyvind Juliussen, sum er dagligur leiðari av ICEJ Norra og partur av høvuðsleiðsluni hjá ICEJ í Jerúsalem, og er eisini aktivur í samkomuvirksemi.

 

Leygardagin 28. jan. kl. 14 verður sjóneykan sett á Ísrael har Dag Øyvind Juliussen kemur at hava tveir áhugaverdar fyrilestrar

 

•     tann fyrri verður “Ísrael og hersetingin”

•     tann seinni “Ísrael í Bíbliuni”.

 

Fleiri kenna Dag Øyvind frá sendingum um Ísrael á Visjon Norge, har hann gjøgnum árini hevur framleitt yvir 600 sjónvarps- og útvarpssendingar. Hann ferðast eisini javnan runt og undirvísir og prædikar um Ísrael.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin inn í Kelduna í Skálafirði bæði fríggjakvøldið og leygardagin. Drekkamuður. verður aftaná bæði tiltøkini.

 

ICEJ Føroyar og Vinafelagið Føroyar – Ísrael

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…