Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skiftandi skýloft. Á myndini eru tjúkkir fjallabøklar (orographic cumulus mediocris) og longri burtur eru teir dotnir eitt sindur sundur (fractus). Einki avfall kemur úr teimum. Hetta vikuskiftið fer loftið fyri ein stóran part at síggja soleiðis út. | Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.01.2023 - 14:00 Tíðindi Veðrið

Nú beint eftir middag er ættin kring landið beint undir vestri – um útsynning vestan. Miðalvindferðin er 10 til 15 m/s. Hyggjandi uppeftir er skiftandi skýloft og ælingar eru, serliga í Norðurstreymoy, Norðureysturoy og Norðoyggjum. Sunnan- og vestanfyri er turrari.

Hitin liggur um 5 til 8 stig.

Restina av degnum í dag fer ættin at liggja um vestan, og vindferðin um 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft at hyggja uppeftir og ælingar. Í kvøld er stytri millum ælini, og tá kann roknast við vátakava blandaðum uppií.

Hitin sum nevnt omanfyri, millum 5 og 8 stig.

Í nátt fer vindur at minka eitt sindur, niður í 8 til 13 m/s. Ættin fer at lækka úr vestri um náttina og allan fyrrapartin niður í útsynning seinnapartin, sama vindferð, framvegis skiftandi skýloft og ælingar við regni. Um kvøldið er meira vindur, um 10 til 15 m/s av útsynningi, skýggjað og regn.

Hitin leygardagin 6 til 10 stig.  

Sunnunáttina fer vindurin at minka eitt sindur, úr 10 til 15 m/s nakað eftir midnátt niður í 3 til 8 m/s um morgunin. Skýggjað og regn alla sunnunáttina. Út á fyrrapartin fer vindurin aftur at veksa, úr 3 til 8 m/s um morgunin upp í 13 til 18 m/s, tá ið nakað er liðið út á seinnapartin. Tíðarskeiðið við veksandi vindi er skýloftið skiftandi og ælingum við regni og vátakava ella kava. Sunnkvøldið minkar vindurin aftur, meðan ættin hækkar upp í norðan. Á midnátt er norðan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og kavaælingar.

Hitin sunnudagin millum 3 og 6 stig. Um kvøldið og náttina um frostmarkið.      

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat siga valskráir­nar 2026 um gransking…
Vælferðartøkni kann styrkja røktina – me…
Skatta­frádráttir skulu hækkast hvørt ár
Átta prosent av arbeiðsmeg­ini eru útlend…
NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldr…
Babba á Barsil
Gunnvá og Ólavur vitja Norðlýsið
Tað er lætt at brúka pengar, og at lyfta…
Bókaklubbadagur í Klaksvík 21. mars
Sirið og Mercedis vitja Norðlýsið í dag
Airbnb, summar­hús, langtíðarleiða er ok
Vegskattu­rin eigur at gagna lands­vegu­num…
Vit mugu gera alt fyri at tálma innflutn…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…