Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein eyðkendur viðingur við Garðavegin

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  05.02.2023 - 12:28 Mentan Tíðindi

Frá barnaárum minnist eg serliga tveir menn við Garðavegin, sum altíð ella næstan altíð vóru í føroyskum búna í koti og knæbuksum. Annar var Julius Jacobsen, sum í Klaksvík bara varð nevndur Julius á Viðareiði, og hin var Óli Wolles, abbi á Trøllanesi, sum búði heima hjá okkum í eldri árum. Á myndini sæst Julius saman við konuni Súsonnu Margrethu og eini smágentu, sum eg ikki kenni.

Julius (1884-1973) og Súsanna Margretha (1889-1977) vóru bæði ættað av Viðareiði. Tey giftust í 1911 og bygdu sær hús á Kyrjarheyggi á Viðareiði, har tey høvdu fingið eina trøð. Men seinni róði Julius út í Klaksvík , og tá var tað rættiliga óhøgligt at búgva á Viðareiði. Tí fluttu tey til Klaksvíkar at búgva miðskeiðis í 1940unum. Tey búði omanfyri Garðavegin sunnanvert kontórið hjá Kjølbro saman við elststu dóttrini Rikku og manni hennara Fríðriki Absalonsen og teirra børnum.
Ídag kann tað virka eitt sindur løgið, tað teir gomlu høvdu sum undirhald, men tey høvdu bara tað, sum tey sjálvi funnu upp á. Í yngri árum var Julius tiltikin djarvur bjargamaður, og hetta kynstrið vildi hann gjarna vísa viðingum.

Handilin á Brekkumørk hevði spent ein rennistrong av bakkanum og oman á helluna, sum var rættiliga langur og brattur. Á Viðareiði tosaðu menn sum, hvør teirra tordi at lesa seg oman eftir rennistronginum, og tað var bara Julius, sum bjóðaði seg fram. Hann lesti seg hond fyri hond allan vegin oman eftir stronginum. Teinurin var langur, og ofta var hann høgt uppi, so um hann misti takið, var deyðin vísur. Men hetta bragdið gjørdi Julius. Nógv fólk var komið og hyggja at.

Sum smádrongur minnist eg best Julius, tá hann talaði í Betesda miðskeiðis í 1960unum. Eg veit ikki, um hann var merktur av sjúku ella av elli, men eg minnist, at eg skilti ella hoyrdi lítið av tí, sum hann segði. Hjá honum var tað helst bara viljin at vitna, sum dreiv verkið.

Jóhan Purkhús tók myndina, og eg haldi, at Jóhan var “imponeraður” av djørvum bjargamonnum. Sjálvur var hann ein av teimum djarvastu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)
Mjølnir vunnu FK kappingina
Føroya Byggifrøðinga­felag 50 ár
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Innkomna peninga­upphæddin í ár er 1.590.…
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta