Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvar fór staðarnavnið Myrkjanoyrar ?

SKRIVAÐ: Alex Sólstein  |  02.03.2023 - 11:13 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

 

Tað eru staðarnøvn, sum hava lyndi til at hvørva úr samtaluni. Eitt teirra er navnið á Myrkjanoyri. Hetta navn er næstan ikki at hoyra longur, hóast hetta var fjórða av teimum fýra bygdunum, sum áður kallðust Norðuriri í Vági ella inni í Bø. Myrkjanoyrar var kongsgarðurin undir Kjølinum og niðan á Myrkjanoyrarfjall, og gekk hann frá “ Fjósabrekku “ og norður í Ánagjógv. Eg haldi, at tað er spell, at hettar staðarnavnið er heilt burtur úr bygdini, og kundi tað kanska verið varðveitt sum eitt vega- ella gøtunavn frá Biskupsstøð og norðureftir. Kanska hevði borið til at broytt Jørisgøta til Myrkjanoyragøta ella -vegur. So høvdu vit allar fýra bygdirnar: Uppsalar, Vág, Gerðar og Myrkjanoyri, varðveittar.

 

Ein áhugaverd mynd fra fyrst í 19hundraðtalinum er ein hoyberadagur á myrkjanoyrarbøi. Tey gera des. Vit síggja øll vera samankomin, bæði ung og gomul. Menninir bera hoyggj, meðan konurnar snara bendlar. Bendlar vórðu brúktir at tryggja desina. Teir vóru lagdir um desina við steinum hangandi í, so hon ikki skuldi fara av vindi. Teir eru komnir rættiliga langt við desini, so ungu menninir ovast eru í ferð við at stúva væl og sneiða kollin. Símun kallar tað í sanginum at kjala - gera kjøl á - so vætan ikki verður standandi, men setur omanav.

 

Tað sigst, at háskúlamenninir, Símun og Rasmus, skuldu koma framvið henda dagin, og at Símun av Skarði haðani hevur fingið hugskotið til sangin “ Og hygg nú í garðin, har eru tey farin at gera des.”

 

Vit enda hetta hugarenslið við at prenta sangin hjá Símuni:

 

Og hygg nú í garðin, har eru tey farin at gera des.

Har eru øll somul, bæði ung og gomul, av nøv og nes´.

Við skemtan har arbeiðið gongur skjótt.

Er eingin látur?-Tú mátti bøtt!

 

Hvør skal nú kjala? Ei um at tala,

vit hava víst tveir dreingir so reystar- teir giftast til heystar- teir kjalaðu síðst.

So ernir teir daga mót himli hátt.—

-Men dagurin líður, brátt verður nátt.

 

Og hoyggj er at bera og bendlar at gera- loys henda knút.

Gakk tú og snara, og “gamla” kann fara at geva út.

So gongur tað alt við rúkandi ferð; brátt kunnu vit siga, at liðugt er.

 

Og nú eru svangir væl allir smádreingir og gentur við.

Við blíðmæltum orðum tey bjóðast at borðum øll lið um lið

har heima í stovu í góðum lag,

tí desasneið hava vit í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí