Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

A- og U21-úttøkur mánadagin

SKRIVAÐ: FSF  |  11.03.2023 - 08:11 Ítrottur Tíðindi

Mánadagin 13. mars klokkan 10:00 verður tíðindafundur í FSF-húsinum. Á skránni eru ársins fyrstu úttøkur av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum.

Seinni í hesum mánaðinum skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur. Fyrsti dysturin í komandi EM-undankapping er á skránni, umframt at landsliðið skal royna seg í venjingardysti móti Norðurmakedónia. Báðir dystirnir verða á útivølli.

Og samstundis sum A-landsliðið við monnum fer at stríðast á Balkan og har á leiðini, fer U21-landsliðið á venjingarlegu í Havn.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 13. mars klokkan 10:00.

Fyrst verður tað Eyðun Klakstein, sum fyrr í ár tók við sum U21-landsliðsvenjari, ið fer at kunngera hópin til venjingarleguna, sum verður frá 24. til 26. mars. Síðan verður tað Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, ið fer at seta navn á teir 23 spælararnar, ið vera úttiknir til landsdystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia.

Fríggjadagin 24. mars spæla Moldova og Føroyar EM-undankappingardyst á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 27. mars møtast Norðurmakedónia og Føroyar í venjingardysti í Skopje.

Í komandi U21 EM-undankapping, sum byrjar á heimavølli í juni, er føroyska liðið í bólki saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra. Umframt Moldova, er A-landsliðið í bólki saman við Kekkia, Póllandi og Albania.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leika venjingardysti…
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Lærarastørv til samfelags­frøði, søgu og…
Mjølnir boðar til aðalfund
Klakkur landar 310 tons av frystum fiski