Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesi trý fingu øll sama stigatal í kappingini T1. Dómararnir mettu so um, hvør kláraði seg et vet betur enn hini, so úrslitið bleiv: Nr. 1: Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd, nr. 2: Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri, nr. 3 Valborg Laksáfoss og Kári frá Ásbrú. Nr. 4 gjørdist Jacklin Durhuus og Vorboði frá Sigurvöllum og nr. 5 Tóra Mørkøre og Völsungur frá Húsavík.

Nógv góð ross at síggja í aðru Safari uttandurakappingini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.05.2025 - 13:46 Ítrottur Tíðindi

Í vikuskiftinum var onnur Safari uttandurakappingin í Havnardali, har kappast varð í seks ymiskum flokkum. Innleiðandi umførini vóru hósdagin og fríggjadagin – og finalan var leygardagin.

 

 

Trý tey bestu fingu sama stigatal

Tá talan er um kappingar við íslendskum rossum, so er tað tøltkappingin T1, sum ofta er tann mest spennandi og flottasta at síggja. T1 krevur nógv av bæði rossi og reiðfólki. Nógvir tímar við miðvísari venjing av bæði rossi og reiðfólki eru farnir afturum, áðrenn pørini eru klár at kappast í T1, har spakuligt tølt, skjótt tølt og tølt við ferðøkingum skal vísast. Í finaluni skal enntá ríðast bæði vinstra og høgra um, so tilsamans skulu pørini halda fokus, reint gongulag og týðiliga ferð í upp til 12 umgangir á ríðibreytini – og tað krevur nógv av bæði rossi og reiðfólki.

Tað serliga leygardagin var, at trý tey bestu fingu júst sama stigatal í T1. Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd fingu 6,67 í miðal, tað sama gjørdu Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri eins og Valborg Laksáfoss og Kári frá Ásbrú. Tá hetta hendir, avgera dómararnir, hvør verður nr. 1, 2 og 3, og hesa ferð gjørdust Knút og Stæll nr. 1, Sólrun og Rjóð nr. 2 og Valborg og Kári nr. 3 

 


Tryggjað sær luttøku til FM í juni

Fyri at kunna kappast um FM-heitið, skal eitt par hava luttikið í minst tveimum innleiðandi uttandurakappingum. Henda møguleikan eru tað longu nógv pør, ið hava tryggjað sær. Ein innleiðandi kapping er eftir, áðrenn FM verður í juni.

 


Samreiðssteyp og røktarsteyp

Til allar kappingarnar verða eisini steyp latin til tað parið, har serliga gott samband er millum ross og reiðfólk og til tað parið, sum er serliga snøgt og vakurt at líta á. Hesa ferð vunnu møðgurnar Óluva á Lofti og Bertha Maria Nordendal steypini. Óluva vann samreiðssteypið og Bertha Maria vann røktarsteypið.

 


Úrslitini av kappingunum gjørdust: 

 


T1:

1.1 Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd 

1.1 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri 

1.1 Valborg Laksáfoss og Kári frá Ásbrú 

 


T1, ung:

1 Bertha Maria Nordendal og Hugsuður frá Melaleiti 

2 Ester Dahl á Heygum og Brá frá Tjarnastöðum 

3 Bjørk Láberg og Kóngur fra Tindsgarði 

 


T2:

1 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni 

2 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

2 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II

 


T7

1 Jacklin Durhuus og Hrauney frá Holtabrún

2 Elisabeth Andreassen og Stefnir frá Typpafossi 

3 Malan Maria í Haraldstovu Weihe og Máttur frá Úlfsstöðum 

 


T7, børn

1 Arnfríð Dam og Hugi frá Hrepphólum

2 Boas Nordendal og Hárekur frá Marknagili

3 Bjørk Láberg og Hulda fra Nordal 

 


V1:

1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni 

2 Valborg Laksáfoss og Kári frá Ásbrú 

3 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri 

 


V1, ung:

1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði 

2 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili 

3 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2

 


V5:

1 Elisabeth Andreassen og Júdas frá Efri-Miðbæ 

2 Birgit Thomsen og Fávnir úr Dúvugørðum

3 Dagny Maria B. Joensen og Kleópatra frá Kolsholti 3 

 


V5, børn:

1 Jóna Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3

2 Bjørg Nolsøe Mørk og Gylling frá Neðra-Seli 

3 Lív Gregersen Djurhuus og Vífill frá Hliðsnesi

 


F1:

1 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Rambó frá Hellu 

2 Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi 1 

3 Bertha Maria Nordendal og Lómur frá Kvistum

 

Møðgurnar Óluva á Lofti og Bertha Maria Nordendal vunnu ávikavist samreiðssteypið og røktarsteypið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hallur Hansson hevur gjørt nýggjan sáttm…
476 uppskot til maskott
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leika venjingardysti…
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Lærarastørv til samfelags­frøði, søgu og…