Lýsing
Lýsing
Lýsing

"Vit gjørdu tað, vit hildu vera best"

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.03.2023 - 16:08 Mentan Myndarøð Tíðindi

"Men eitt øki, sum vit kundu tikið í størri álvara, var verjan av okkara náttúru". Millum annað hetta, segði Jóannes Ejdesgaard, fyrrv. løgmaður og forseti Reyðakross, í røðu síni á Grakarismessuhaldinum í Skálanum í dag.

Klaksvíkar Dansifelag stóð fyri hátíðarhaldinum í Skálanum í dag, saman við skótunum í Klaksvík og Klaksvíkar Hornorkestri. Aftaná røðu Jóannesar, bjóðaði Dansifelagið til kaffi og bollar. Ein góð løta og ikki minni viðkomandi røða, ið kann lesast her niðanfyri:

Grækarismessurøða í Klaksvík 12. mars 2023

Tá skótalið Nólsoyar Pálls, KFUM og -K skótarnir, Klaksvíkar Dansifelag og Klaksvíkar Hornorkestur skipa fyri tiltaki sum hesum, so er tað sjálvandi ikki uttan orsøk. So er tað tí, at hesin dagur ikki sum teir flestu aðrir bara skal fara aftur við borðinum. Nei, vit skulu steðga á í dag, hugleiða eitt sindur, hugsavnast um eitthvørt og kanska seta okkum bjørt mál.

Grækarismessan er øðrvísi enn eitt nú mikkjalsmessa ella mortansmessa, sum vit neyvan geva okkum so nógv far um? Hví er grækarismessan so øðrvísi enn hinir gomlu katólsku messudagarnir? Neyvan er tað fyri at minnast gamla pávan í Róm Gregor hin Stóra, sum doyði fyri meira enn 1400 árum síðani, og sum hesin dagur er uppkallaður eftir, men sjálvandi er tað tí, at júst henda dag siga vit, at tjóðfulgur okkara tjaldrið aftur tekur land í Føroyum. Henda dag bjóða vit tjaldrinum vælkomnum aftur, og vit fara so smátt at hugsa um, at várið man vera í nánd, sjálvt um hendan grækarismessan ikki er serliga várlig.

Ivaleyst hava mong okkara hugsað um, hví júst tjaldrið gjørdist okkara tjóðfuglur. Hann er ikki nakar stórur fuglur, og hann er her bert summarhálvuna, og so rýmir hann av landinum til heitari lond. Hví hava vit ikki valt ein fugl, sum altíð er her, kanska ravnin. Men ravnurin er jú ein rovfuglur, hugsar onkur, og tí ber tað ikki til. Men vit vita, at onnur lond hava rovfuglar sum tjóðfuglar eitt nú USA, sum hevur havørnina, Ísland hevur falkin og Skotland hevur kongaørnina.

Men søgan aftan alt hetta er, at tað eru eginleikarnir hjá tjaldrinum, sum hava gjørt, at vit hava valt hann til tjóðfugl. Sum fleiri kanska minnast frá Fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Páll, so verjir tjaldrið heiðafuglin og smáfuglin ímóti rovfuglum sum eitt nú ravnum og skúgvum. Tjaldrið er í parti við tí minnimenta ímóti teimum stóru. Hesin eginleikin hevur hugtikið okkum so nógv, at vit hava valt tjaldrið framum allar aðrar fuglar.

Fuglin í fjøruni

við sínum nevi reyða                                                                                         

mangt eitt dýr og høviskan fugl                                                                         

hevur hann greitt frá deyða                                                                                     

fuglin í fjøruni.

Og hesir eginleikar eru so sera viðkomandi í hesum døgum, vit nú liva. Hetta at vit hjálpa øðrum, sum ikki orka sjálvi ella hava umstøður til tess. Hetta merkir okkara gerandisdag meira nú, enn tað áður hevur gjørt.

Gott fundarfólk.

Á hesum degi fyri neyvt trimum árum síðani vórðu vit rakt av Coronafarsóttini, og tey fyrstu tiltøkin vórðu sett í verk. Tiltøk, sum seinni skulu gerast nógv fleiri, og sum komu at ávirka alt samfelagið í rættiliga drúgva tíð. Á hesum degi fyri neyvt tveimum árum síðani fekk eg tann heldur ivasama heiður at flyta fram eina grækarismessurøðu í høvuðsstaðnum. Heiðurin var ivasamur, tí røðan varð flutt fram, uttan at áhoyrar vóru á staðnum. Aftanfyri húsini hjá Kringvarpinum í Sortudíki stóðu eg  ein teknikari, tveireinir. Og har røddi eg um várið, og at tjaldrið kom til landið hóast Corona.

Fyri einum góðum ári síðani hendi so aftur okkurt, sum skakaði okkum øll. Hesa ferð var tað ikki ein farsótt, men eitt herviligt og oyðileggjandi kríggj. 24. febr í fjør leyp russiska bjørnin á grannalandið Ukraina. Túsundavís av menniskjum hava síðan mist lívið, og milliónir eru farin frá húsi og heimi.

Nú skuldi ein hugsað, at hetta var nóg mikið, men nei, tí fyri einum góðum mánaða síðani vórðu partar av Turkalandi og Sýria rakt av herviligum jarðskjálvta, sum hevur kostað eins nógv mannalív, sum vit teljast her í Føroyum, og millónir eru vorðin heimleys.

So spurningurin er, um vit í kjalarvørrinum av øllum hesum bara skulu seta okkum uppafturá og gleðast um tjøldrini, sum er komin til landið, ella skulu vit kanska heldur brúka løtuna til at hugsavna okkum lagnunar hjá okkara medmenniskjum og okkara egna leiklut í øllum tí, sum hendir. Vit kunnu tí eisini hóskandi spyrja, hvat hevði tjaldrið gjørt, var tað í okkara støðu?

Tað, sum er hent okkum seinasu trý árini, er merkt av, at í tveimum førum høvdu vit als onga ávirkan á tað, sum hendi, meðan tað eina, har hevði menniskjan alla ábyrgdina. Jarðskjálvtar stýra vit ikki, og farsóttir stýra vit neyvan heldur, men álopskríggj verða bert framd av óndum mennniskjum, sum vilja øðrum menniskjum alt ilt.

*****************

Kendi bretski politikkaran Winston Churchill segði so mangt, men hann segði eisini, “Never let a good crisis go to waste.” Latið ikki eina kreppu fara til spillis. Hetta segði hann eftir seinna veraldarbardaga, tá ST varð sett á stovn. Í hesum liggur vísdómurin, at vit skulu læra av kreppunum, vit uppliva.

Farsóttin og eisini kríggið í Ukraina hava vónandi lært okkum at seta prís upp á tað frælsið, sum vit eiga í okkara landi. Vit kunnu ganga frítt runt og koma hvørjum øðrum við. Vit kunnu siga okkara hugsan um øll lívsins viðurskiftu, tó uttan at vit verða álopin ella blakaði í fangahús av tí orsøk. Hetta eru virðir, sum vit hava hug at taka fyri givið, men tað eru tey ikki hjá øllum. Tað eiga vit at virðismeta. Eitt annað, sum eg trúgvi serliga farsóttin lærdi okkum, var, at tað finnast so nógv onnur virði í lívinum, enn vit vanliga geva okkum far um. Meðan farsóttin herjaði komu vit tættari hvørjum øðrum í familjuni og nærumhvørvinum, og vit funnu onnur virðismikil virði í lívinum. Hetta er alt gott at minnast til og hava í huga. Vit gjørdist klókari og meira viðkomandi.

Kríggið kann vónandi læra okkum tvey ting. Annað er, at vit virðismeta og verja okkara fólkaræði. Eitt fókaræði við frælsum valum, har øll kunnu bjóða seg fram til fólkavaldar álitissessir, og har fólkaræðisligar mannagongdir verða virdar. Hitt er, at vit sjálvandi sum tjaldrið hjálpa okkara granna, um hann kemur í neyð. Her hugsi eg um, at vit sjálvandi skulu taka ímóti teimum flóttum, sum vilja koma henda vegin.

Sum tit ivaleyst vita, so eri eg formaður í Reyða Krossi Føroya. Vit hava í samband við bæði farsóttina og í samband við kríggið í Ukraina átikið okkum ymiskar hjálparuppgávur. Tað hevur verið so lívsjáttandi og næstan hjartanemandi at sæð, hvussu væl vanligi føroyingurin hevur bjóðað seg fram til at hjálpa og stuðla. Eftir lítlari løtu høvdu eini 200 sjálvboðin bjóðað seg fram til at taka eina hond í. Hetta vísir so aftur ein sera góðan eginleika, sum býr í okkara fólki. Vit skipaðu eisini fyri einum stuðulstiltaki við tónleiki o.ø., sum gav heilar 9 mió. kr.

*******************

Núverandi pávi, Frans I, segði einaferð nakað soleiðis, ”Gud fyrigevur alt, menniskjan fyrigevur eitt sindur, men náttúran fyrigevur einki.”

Tí mugu vit menniskju fara um náttúruna soleiðis, at hon er okkum eitt vælsignilsi og ikki er okkum eitt forbannilsi.

Hóast flestu okkara eru greið yvir hetta, so gera vit uttan iva ov lítið fyri at taka nóg stóra hond um okkara náttúru. Gamaní megna vit ikki alt, men vit kunnu tó gera rættiliga nógv, og ”alt ger mun,” sum Snoprikkur segði á sinni. Vit mugu so als ikki sláa okkum til tols við, at tað gongur nokk álikavæl, tí tað ger tað nevniliga ikki. Her skulu tiltøk setast í verk. Og vit mugu ongantíð enda í støðuni hjá Stongum og Guttesen, har vit: ” leggja okkum aftur á sofuna – at eygleiða katastrofuna”.

Tað er alt, sum bendir á, at veðurlagsbroytingarnar gera munandi meira um so nú, enn vit áður hava sæð. Skerpingur, yvirflóð, tsunamiir, tropiskar ódnir og jarðskjálvtar. Tí er tað eisini okkara uppgáva, sum nú eru uppi á døgum, at vit taka veðurlagsbroytingarnar í fullum álvara. Vit mugu ikki seta okkum hendur í favn, men vit mugu aktivt út at gera okkara til, at støðan ikki versnar, tí tað koma onnur aftaná okkum, sum eisini skulu kunnu búleikast í her.

Vit mugu og skulu taka veðurlagsbroytingarnar í fullum álvara. Náttúruvernd og grøna orkuskifti eru vegurin, vit nú øll noyðast at ganga.

Og vit síggja positivar broytingar alla tíðina, um langt er enn á mál. Í vikuni, sum nú er farin aftur um bak, lótu danir saman við øðrum upp fyri einari CO2 goymslu í gomlu brunnunum í Norðsjónum. T.v.s. at í staðin fyri at sleppa CO2 út í atmosferuna, so verður tað nú goymt í gomlum olju- og gassbrunnum djúpt undir havinum. So alt er, sum týðir uppá, at tøkniliga menningin veruliga hevur sett ferð á nógv, og tað er avjørt positivt.

Sum gamal skóti so veit eg sjálvandi, at skótarørslan er sera tilvitað um at fara væl um okkara náttúru. Haldið tit áfram við tí. Tit skótar eru partur av unga ættarliðnum, sum standa á gáttini til at taka yvir og skipa samfelagið Føroyar í framtíðini.

Eg haldi, at vit, sum hava gingið undan, kundu ivaleyst gjørt okkurt betur og okkurt annaðleiðis, men vit gjørdu hóast alt tað, vit hildu vera best. Men eitt øki, sum vit kundu tikið í størri álvara, var verjan av okkara náttúru. Vit sóu ikki altumfevnandi dálkingina og veðurlagsbroytingarnar sum tær stóru avbjóðingirnar, tær í dag eru vorðnar til.

So enn ein áheitan frá mær her í dag – tit ungu, tit mugu taka hesi mál í nógv størri álvara, enn vit gjørdu.

Tí kann eg bara taka undir við Martini Joensen, tá hann í sanginum Morgun so vakurt syngur:

Ábyrgdin á tínum herðum,

gáva frá okkum til tín.

Byrða, ið tung er at bera,

ber hana betur enn vit.

Við hesum orðum fari eg at ynskja okkum øllum eitt gott vár, tá tað einaferð kemur.

Takk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Earth Hour í Klaksvík
Stórt eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Árligu fimleika­framsýningar­nar hjá Støkk
TARAS frá Tekniska Skúla í Klaksvík vann…
Eg eri ein sera fegin og errin fíggjarne…
- Hetta er nakað man droymir um
Mads B. Mikkelsen skoraði í javnleiki
Fýra KÍ-leikarar frá byrjan í Moldova
Mjølnir A eru føroyameistarar í flogbólt…
Peter Schmeichel á Tórsfest
Pabba fór til Havnar
Fimleika­framsýning í Badminton­høllini
Útbyggingin á Norð­toftum er liðug
Farna árið hjá Smyril Line
Dagføringar­nar á reinisverki­num byrjaðar
Samd fíggjar­nevnd: Mentanar­húsið fær 7 m…
Ársaðalfundur Norðoya Fornminna­felag
Stórar óvissur í metingini av tilfein…
Fyrilestur um heilsugóðan kost
Karl: - Eg kenni als ikki til hasa upphæ…