Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: Mynd: Oliver Joensen

Týdningarmikil sigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.03.2023 - 18:55 Ítrottur Tíðindi

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag verið í Vestmanna og leikt í móti VÍF. Eftir hálvleiksstøðuna 14-9 til Stjørnuna, endaði dysturin við einum 29-25 sigri til Stjørnuna. Hesin sigurin kann koma at hava stóran týdning, tá endaspælið verður.                                                                                                 

Kappingarleisturin fyri landskappingina er tann, at tvey tey ovastu liðini koma beinleiðis í hálfinalunar um meistararheitið, liðini frá triðja til sætta pláss spæla sínamillum um at koma í hálvfinalunar. Her eru reglurnar tær, at nummar trý leikar í móti nummar seks, meðan nummar fýra og nummara fimm møtast. Vinnandi liðini koma í hálvfinalurnar.                                                                                                          

Sum stigatalvan sær út nú, og trý umfør eru eftir at leika í innleiðandi kappingini, so eru Stjørnan og VÍF á fjóðra og fimta plássi við ávíkavist 22 og 18 stigum. Sostatt bendur alt á, at hesi bæði liðini skulu dystast um annað hálvfinalupássið. Leiktur verður bert ein dystur, og er tað liðið, sum er ovari á stigatalvuni, tá innleiðadi kappingin er av, sum fær heimavøll, og tað kann fara at hava stóran týdning.                                             

Til dystin í Vestmanna í dag er at viðmerkja, at Stjørnan tók leiðsluna beinanvegin, og hevði leiðsluna allan dystin. Tá uml. 12 minuttir vóru eftir at leika, hevði Stjørnan eina leiðslu uppá 9 mál. Tá kom stígur í hjá Stjørnuni, og VÍF hevði hug at svara aftur, og fekk minkað um leiðsluna hjá Stjørnuni til 3 mál, men nærri komu tær ikki, og endaði dysturin sostatt 29-25 til Stjørnuna.          

Málini hjá Stjørnuni skutu: Joan Sørensen 6, Tóra Eliasen 6, Jancy J. Poulsen 5, Sonja S. á Bergi 4, Durita L. Johansen 3, Iulia Nalivko 3 og Malen Madsen 2

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leika venjingardysti…
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Lærarastørv til samfelags­frøði, søgu og…
Mjølnir boðar til aðalfund
Klakkur landar 310 tons av frystum fiski