Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klaksvík kavaklødd | Mynd: Eydbii myndir

Brúkið øktu gjøldini lokalt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.03.2023 - 11:00 Leiðarin Politikkur Vinna

Skulu vit hava sosialt, geografiskt og vinnuligt rættvísi í Føroyum, eigur ein størri partur av tí, sum verður kravt inn í veiðigjøldum á fiskivinnuna og tøkugjøldum á alivinnuna, at falla í kommunukassarnar har, sum vinnan hevur sítt virksemi.

 

 

Nú Føroyar ikki longur hava valdømi, liggur allur lokalpolitiski leikluturin á kommununum. Tað eru eisini kommunurnar, sum í dag geva vinnulívinum havnarløg, vinnugrundstykkir, veita reint vatn, ravmagn og renovatión. Og tað er ikki uttan kostnað fyri borgararnar, at kommunurnar hýsa vinnulívinum; tað merkist til dømis við ljóði frá havnarløgum og at onnur vinna má flyta undan aliringum. Tí er tað natúrligasta søk í verðini, at gjøldini frá vinnulívinum í stóran mun koma lokalsamfelagnum til góðar.

Í útrokningum hjá Kommunufelagnum sæst, at økt gjøld til Landskassan merkja lægri gjøld til kommunurnar. Útrokningarnar siga, at kommunurnar missa 5,40 krónur í partafelagsskatti, hvørja ferðir tøkugjøldini á alivinnuna geva Landskassanum 100 krónur. Uppaftur verri stendur til við veiðigjøldunum, tí tá landið tekur 100 krónur tann vegin, missa kommunurnar 9 krónur. Tilsamans missa kommunurnar 45 milliónir vegna tøku- og veiðigjøld tilsamans.

Stýrisformaðurin í Kommunufelagnum skjýtur tí upp, at um gjøldini á vinnuna skulu økjast, eiga kommunurnar at fáa ein prosentpart oyramerktan, og grundgevur við, at kommurnar hava tikið barna- og ansingarøkið á seg, eins og eldraøkið. Vælferðarøkið, sum áður lá mest á tí almenna, liggur sostatt í stóran mun í dag á kommununum, og til tess krevst fígging.

Í upplegginum hjá Dennis Holm til aðalorðaskiftið um fiskivinnuna í gjár stendur, at tað almenna hevur til uppgávu at tryggja vinnuni so góðar karmar, sum til ber, og tað er ein sannroynd, at tað fyrst og fremst eru kommunurnar, ið útvega hesar karmarnar. Tí hevði ein fíggjarlig kompensatión frá landinum til kommunurnar afturfyri at kommunurnar hýsa vinnuni og geva henni karmar verið bæði rættvís og rímilig.

Hyggja vit partapolitiskt at tí, eru eisini fleiri stig at heinta hjá samgonguflokkunum. Tað er ongin loyna, at í 2018-2019 vóru teir tríggir núverandi samgonguflokkarnir ikki í krithúsinum í útjaðaranum í Føroyum, har vinnan í størstan mun húsast. Borgarar uttanfyri Havnina sóu stór gjøld verða løgd á vinnulívið í útjaðaranum, samstundis sum ein almenn byggigøla fyri og onnur eftir fór av sporinum í miðstaðarøkinum. Nógvur peningur varð uppkravdur úr útjaðaraøkjunum og fór til almenna ovurnýtslu í Havn.

Í fyrispurningi í mai 2019 spurdi Bill Justinussen, táverandi tingmaður, Kristinu Háfoss, táverandi landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, hvussu landsins peningur varð fordeildur kring landið. Svarið var, ikki óvæntað, at í 2018 vóru útreiðslurnar hjá Landsverki soleiðis býttar, at 301.936.000 av 351.087.000 krónum vórðu brúkar í Streymoynni, svarandi til 86%. Landskassin brúkar sostatt bróðurpartin – og væl tað – av “sínum” pengum í Havn, meðan økini kring landið bert fáa molarnar, ið detta av harramans borði. Roknast kann tí ikki við, at Landskassin sjálvur fer at raðfesta økini kring landið, um hann fær allan ágóðan av gjøldunum.

Tíðin er komin til at innføra ein rættvísan býtislykil, har kommunurnar, sum leggja firðir og kaiir til vinnuna, fáa eina lutfalsliga og rættvísa samsýning fyri tað frá Landskassanum, ið uppkrevur gjøldini frá vinnuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!