Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyingar duga ótrúliga væl at taka ímóti fólki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.03.2023 - 14:43 Mentan Tíðindi Vinna

Norðlýsið hevur hitt nýggja stjóran á VisitNorðoy, Theresu Turiðardóttir Kreutzmann, á máli í snotuligu hølunum á Biskupstorgi, og sett henni spurningar um royndir, væntanir, vónir, samstarv og mangt annað, sum hon sær í nýggja starvinum. Millum annað sigur hon at minni orka skal brúkast til at selja souvenirar og meira til at menna ferðavinnuøkið. Men latum okkum byrja við byrjanini.

 

(Grein úr blaðnum)

 

- “Eg hugsi faktiskt at eg eri ordiliga heppin at hava fingið hetta starvið”, sigur Theresa, “tí at eg síggi ótrúliga nógvar møguleikar í hesum økinum. Mær dámar væl at arbeiða við nøkrum nýggjum, og tað havi eg ríkar møguleikar til her. So eg kastaði meg bara út í tað”.

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann hevur arbeitt við ferðavinnu alt sítt lív, burtursæð frá einum stuttum tíðarbili, tá hon starvaðist innan oljuvinnuna. Síðani 1989 hevur Theresa havt øll størv, ið eru til innanfyri ferðavinnuna, líka av “gólvinum” og til leiðarastørv – uttan líka tað at vera flogterna, sigur hon. Theresa hevur eisini arbeitt í kunningarstovu-regi áður, tá saman við kommununi um at orða eitt skriv um strategiir fyri kunningarstovur.

Hóast hon bara hevur sitið í sessinum í nakrar fáar dagar, sigur Theresa seg longu stórtrívast. Hon hevur arbeitt her norðuri fyrr, og hevur altíð dámt sera væl at vera her.

Spurd um ætlanir fyri kunningarstovuna sigur Theresa, at hon fer at leggja seg eftir at fortelja tær góðu søgurnar her norðuri frá. Tær góðu søgurnar, sum longu eru her, ið vil siga upplivingarnar, sum longu eru her, skulu supplerast við verkætlanir, ið bróta upp úr nýggjum. Tað eru upplivingar, kunningarstovan skal selja, og sigur Teresa seg vóna, at Kunningarstovan blívur ein sparringspartnari hjá privatu vinnuni, eins og við fólk, ið liggja inni við stórari vitan, sum kanska ikki verður gagnnýtt nóg væl enn.

Í næstum ætlar Kunningarstovan við Theresu Turiðardóttir Kreutzmann á odda út í øll økini í Norðoyggjum at hoyra, hvat tey kundu hugsað sær, at Kunningarstovan kundi hjálpt teimum. “Tað mest umráðandi hjá mær beint nú er at lurta at, hvat er runt umkring”, sigur Teresa um eina av sínum fyrstu uppgávum.

Tá ið komið verður inn á, hvat kanska manglar í Norðoyggjum fyri tíðina, sigur Theresa, at tað er ov stutt tíð fráliðin, síðani hon kom í starvið, at siga tað við vissu longu. Men hon nevnir kortini, at tað kann vera torført at finna fram til, hvat hendir til dagligt. Tað er nóg lætt, tá talan er um t.d. Torradagar, ið hava eina fullfíggjaða skrá almannakunngjørda í miðlunum, men gerandistiltøkini mangla. Ikki tí tey ikki eru har, men tí tey eru torfør fyri fólk at finna fram til. Í hesum sambandi skulu incoming-feløgini takast við. - “Øll vitanin er her, úti í økinum. Vit skulu bara verða betri til at marknaðarføra hana”, sigur nýggi leiðarin á visitnordoy.fo.

Vit sleppa ikki undan at nevna tað politiskt eldfima sambandið við bøndur. Men tað sær Theresa ikki sum nakran trupulleika. “Tað er blivið til eitt ting, sum faktiskt slett ikki er eitt ting”, sigur hon, og nevnir dømi um stak góðar upplivingar saman við bóndum aðrastaðni í landinum. “Tað er bara umráðandi, at man fer út og tosar við bøndurnar – tað snýr seg bert um kommunikatión. Alt kann loysast við at man fer út og tosar seg fram til eina loysn”.

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann endar við at siga, at tað at taka ímóti fólki er nakað sum norðoyingar duga ótrúliga væl – tað veit hon frá síni egnu móttøku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Earth Hour í Klaksvík
Stórt eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Árligu fimleika­framsýningar­nar hjá Støkk
TARAS frá Tekniska Skúla í Klaksvík vann…
Eg eri ein sera fegin og errin fíggjarne…
- Hetta er nakað man droymir um
Mads B. Mikkelsen skoraði í javnleiki
Fýra KÍ-leikarar frá byrjan í Moldova
Mjølnir A eru føroyameistarar í flogbólt…
Peter Schmeichel á Tórsfest
Pabba fór til Havnar
Fimleika­framsýning í Badminton­høllini
Útbyggingin á Norð­toftum er liðug
Farna árið hjá Smyril Line
Dagføringar­nar á reinisverki­num byrjaðar
Samd fíggjar­nevnd: Mentanar­húsið fær 7 m…
Ársaðalfundur Norðoya Fornminna­felag
Stórar óvissur í metingini av tilfein…
Fyrilestur um heilsugóðan kost
Karl: - Eg kenni als ikki til hasa upphæ…