Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norðingur á Norðoyastevnu 2022. | Mynd: Oliver Joensen

NHR fær nýggjan Norðing í 2023

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.03.2023 - 16:52 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum) Vit hava tosað við ein av teimum, sum væntast at manna Norðing í ár.

Í 2022 luttók Norðingur hjá NHR fyri fyrstu ferð í nógv ár. 10-mannafarið fekk eisini eina dreymabyrjan, tá Norðingur á Norðoyastevnu vann á Klaksvíkingi. Klaksvíkingur svaraði tó aftur og vann hinar seks róðrarnar, men hetta skapti ein áhuga og eina trúgv, at tað bar til at vinna hjá 10-mannaførum.

 


Fáa nýggjan Norðing

Norðingur fekk ein skaða mitt í kappingini í fjør, og teir máttu skifta bát. Men eftir kappingarlok var avgerð tikin um at bíleggja nýggjan Norðing, sum kundi koma til 2024 og so manna bátin tá. Tað skuldi seinna vísa seg, at Norðingur blívur klárur til kappingarbyrjan 2023, og tað hevur fingið røðararnar at gjørt eina roynd at manna bátin í ár, sigur 22 ára gamli Kristmund Petersen, sum var ein av røðarunum í fjør.

- Vit venja eitt sindur, tí vit fáa ein nýggjan bát, sum Sámal Hansen byggir og sum væntast liðugt smíðaður fyrst í apríl. So royna vit at fáa eina manning til ta tíð. Vit eru ikki fullmannaðir enn, so tað er ikki 100 prosent vist enn, at vit verða mannaðir.

- Báturin bleiv bílagdur í fjør og skuldi eftir ætlan koma í 2024. Men onkur bátur er kallaður aftur, og so slapp Norðingur fram í bíðirøðini. Tí bleiv tað nokk so knappligt, at vit fingu nýggjan bát til í ár, sigur Kristmund Petersen.

 


Seta krøv

- 2023 var eitt sindur dottið niðurfyri.Tað gekk ikki so væl at manna bátin og vit fingu ikki bátin. So vit mistu eitt sindur mótið. Men so tá støðan broyttist, og vit fingu nýggjan bát, so gera vit eina síðsta roynd at vita, um vit klára at manna Norðing. Vit mangla eitt róðursfólk og ein rógvara. Meirilutin av manningini var eisini við í fjør. Tað eru nøkur avís krøv. M.a. eru vit komin lutfalsliga langt inn í árið, so tað má verða fólk, ið eru í hampuligari venjingarstøðu, sum vit taka umborð, sigur hann.

 


2022 gav mót uppá meir

Norðingur vann ein róður í 2022, og tað gav mót uppá meir.

- Árið í fjør gav okkum blóð uppá tánna, har vit vunnu ein róður. Vit vilja allir gjarna sleppa at prøva at vinna FM, so tað er málið í ár. Fólk norðanfyri trúgva uppá tað, tí tað var tætt í fjør, serliga móti endanum, og vit trúgva uppá tað sjálvir eisini, sigur Kristmund Petersen. Hann sigur, at teir royna eina tíð afturat at fáa manningina uppá pláss.

- Vit hava onga freist sett á. Men vit geva tí eina løtu afturat. Verður tað ov seint, so dettur tað kanska niðurfyri aftur. Men vit prøva eina løtu afturat, sigur Kristmund Petersen at enda við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…