Lýsing
Lýsing
Lýsing

Farna árið hjá Smyril Line

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.03.2023 - 16:57 Tíðindaskriv Vinna

Smyril Line hevði ársaðalfund á Hotel Hafnia í dag. Á fundinum varð ársfrágreiðingin fyri 2022 løgd fram.

 

Árið 2022 var eitt merkisár, har Smyril Line hátíðarhelt 40 ára stovningardagin. Smyril Line varð stovnað tann 1. november 1982. Í 1983 varð ferjan Gustav Vasa keypt og navngivin Norröna og sett í sigling.

Hesi 40 árini hava verið merkt av stórari menning innan ferðavinnu og farmaflutning.

Vit á Smyril Line hava átt ein leiklut í hesi menning og ynskja framhaldandi at arbeiða við at veita tryggar og góðar flutningsloysnir til ferðafólk og farm.

Í februar 2022 vórðu allar korona avmarkingar tiknar burtur. Tá kom aftur gongd í søluna av ferðaseðlum, ið kom aftur á sama støði sum áðrenn farsóttina.

Áleið 75% av søluni hjá Smyril Line til ferðafólk er av evropeiska meginlandinum. Størsti parturin av teimum ferðandi eru týskarar, danir, fraklendingar og hálendingar. Áleið 5% av søluni er í Íslandi og 20% í Føroyum. 

Farma- og ferðafólkavirksemið hevur sum heild hilnast væl. Siglingarætlanirnar eru broyttar fyri at fáa ein meira skynsaman rakstur, og til gagns fyri umhvørvið.

Stríðið í Evropa hevur havt við sær, at rutur eru niðurlagdar og nýggjar rutur byrjaðar. Broyting í ferðaætlanum, skipan av siglingarætlanum og betri gagnnýtsla av okkara útgerð hava spælt ein høvuðsleiklut í at betra um okkara útreiðslugrundarlag og minka um okkara umhvørvisárin.

Rakstrarúrslitið (EBITDA) var 201 mió. samanborið við 119 mió. í 2021. Úrslitið fyri 2022 vísti eitt yvirskot á 77 mió. eftir skatt, samanborið við 15 mió. í 2021. Starvsfólkatalið hjá Smyril Line samtakinum var 612 starvsfólk.

Søluútlitini í 2023 á bæði farma- og ferðafólkasíðuni eru rímiliga góð. Útlitini eru tengd at óvissum viðvíkjandi rentu- og oljukostnaði, inflatión og politiskum óvissum.

Smyril Line rindar onki vinningsbýti fyri 2022.

Tummas Justinussen, Hendrik Egholm og Arne Joensen vórðu afturvaldir í nevndina. Harumframt varð Helga á Borg vald í nevndina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ
21 vilja verða stjóri á KG
KÍ hevði fyrstu venjing í kvøld
At verja Føroyar móti islamismuni er ein…
Nýggi ungdóms­venja­rin hjá B68 komin
Pól Thorsteinsson nýggjur hjálparvenjari…
Skoyta til kl. 20 í kvøld
Danir vaknaðir við kaldan dreym
Møguliga fleiri innrásir í væntu
Móttøka fyri nýggja stjóranum í Heilsust…
Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava f…
Tøk grund­stykkir