Lýsing
Lýsing
Lýsing
Við bryggju í Klaksvík óivað post- og farmafarið Britons Pride áðrenn endaliga umbygging. Í mynstrutari troyggju Jens Klæmint Isaksen. Høgrumegin dóttirin Helena, og vinstrumegin í yvirfrakka Havnar Palli (Marsten). Smádrongurin fremst í myndini er møguliga Eyðun Joensen, sonur Helenu. | Mynd: Conrad Joensen

Eitt sindur um Britons Pride

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  27.03.2023 - 14:51 Tíðindi

Í 1914 keypti Guttorm Olsen, skipari úr Árnafirði, Britons Pride, 66 tons, úr Noregi. Hon var smíðað í 1898 í Brixham í Suðuronglandi. Í 1919 keypti Kjølbro skipið frá honum.

 

Í bókini “Havið og vit I” sigur J. Símun Hansen eitt nú soleiðis um lítlu sluppina:

“Hon var tiltikin siglari og so løtt at manurera, at hon ofta sigldi at teim innastu brúgvunum á Vánni. Í 1928 fekk Pride motor og var eftir hetta mest nýtt til línufiskiskap, men í 1935 gavst hon at reka fiskiskap og verður í staðin nýtt til post- og farmasigling. Síðan ta tíð er hon fleiri ferðir umbygd, serliga í 1943, og fingið hálvdekk, stýrihús og seinast hvalabak og bátadekk.”

Umframt farleiðina millum Klaksvík og Tórshavn fór Britons Pride so við og við at taka tær norðaru bygdirnar á eystaru síðu á Eysturoynni upp í rutuna. Tá ið so nýggja Pride í 1961 tók um endan, var gamla mest farmafar. Í 1966 seldi pf. J.F. Kjølbro pf. Hugo Gardar í Klaksvík Britons Pride. Í januar 1967 sigldi hon á land vestaru megin Klakk og varð vrak.

 

Óivað post- og farmafarið Britons Pride. Í knæbuksum Jákup Hendrik Isaksen, bróðir Jens Klæmint. Jákup Frederik Isaksen situr undir einum barni. Hann var sonur Jens Klæmint. (Mynd: Conrad Joensen)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop