Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norðlýsið órógvaði eftir øllum at døma idyllin fyri útlendskt-kapital-fíggjaða Frihedsbrevet, við at vísa á, at medaljan/lønarlyftið hjá samgonguni altso hevur eina skuggasíðu, nevniliga forverraðu umstøðurnar í fiskivinnuni, ið skal gjalda munandi meira fyri at fíggja ætlanirnar hjá samgonguni. | Mynd: frihedsbrevet.fo

Spjaðandi málburður, samgongan og Frihedsbrevet

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.04.2023 - 09:02 Leiðarin Politikkur Vinna

Um nakar brúkar spjaðandi málburð um bólkar í Føroyum, so eru tað tey, ið vilja krevja meira inn frá fiskivinnuni. Men tað løgna er, at tey ikki síggja tað sjálvi.

 

Onkursvegna hevur stjórin á føroysku greinini av Frihedsbrevet fingið mína grein um fiskimenn og pedagogar í rangastrúpan. Nú ætlanin hjá samgonguni er at taka meira inn frá fiskivinnuni og samstundis geva øðrum fakbólkum lønarlyft, heldur Frihedsbrevet tað eftir øllum at døma ikki vera legitimt at kritisera hesa umfordeilingina, og so verður offurkortið spælt: Tað er at niðurgera pedagogar og kvinnur, at man ikki er við uppá at taka frá fiskimonnum og fiskivinnuni. Og at ditta sær ikki at vera við uppá tað er sambært Frihedsbrevet at nýta “spjaðandi málburð”.

Men um tað er nakar, sum upplivir ikki bara spjaðandi, men beinleiðis niðrandi málburð um sítt dagliga yrki, so er tað føroyski fiskimaðurin. Nærum hvønn dag má hann leggja oyru til – eisini frá sjálvasta Løgtingsins røðarapalli – hvussu hann og hansara starvsfelagar á sjónum hava fingið alt forerandi, at teir hava fingið framíhjárættindi fyri onki, eins og at teir geva samfelagnum alt for lítið, og at meira tí má takast frá teimum. Og øll minnast vit retorikkin, tá manningar blivu hópuppsagdar fyri nøkrum árum síðani. Tá bleiv forhánisliga sagt um sjómenninar, at “teir kunnu bara finna sær eitt annað arbeiði”.

Herfyri talaði Árni Skaale, fyrrverandi fiskimálaráðharri, at sínum starvsfeløgum á Løgtingi, tí teir málbóru seg so niðurgerandi um føroyska sjómannin. Og so seint sum um vikuskiftið hevði Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, eisini eina almenna atfinning um retorikkin, ið so mangan verður brúktur um hansara limir.

Nýliga hava vit sæð harðan orðadrátt í miðlunum, har løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin leggur eftir limi í Búskaparráðnum vegna ein samandrátt av eini ráðstevnu um tilfeingisgjøld, har fleiri sjónarmið enn tey hjá sitandi samgongu vórðu løgd fram. Tað eiga Javnaðarflokkurin og samgongan at tola. Júst eins og Frihedsbrevet eigur at tola, at aðrir miðlar lýsa politikkin úr sjónarhorninum hjá vinnuni. Hví hesar ógvusligu mótreaktiónirnar uppá onnur sjónarmið?

Greinin “Ein fiskimaður breyðføðir átta pedagogar” skal serliga lesast í ljósinum av hesum niðursetandi málburðinum um okkara sjófólk, og skal fatast sum aftursvar til sama. Tað er í lagi at seta spurnartekin við yvirskriftina – ið ikki var uttan spei og sum setti tingini uppá spíssin – men hon er í øllum førum nærri veruleikanum enn tey evindaligu uppáhaldini um, at tey í fiskivinnuni skulu hava fingið alt í gávu frá gávumildum politikarum.

Núsitandi samgonga hevur tann politikkin, at meira peningur skal takast frá einum bólki, og at aðrir bólkar skulu hava lønarlyft. Samgongan leskar summum og sendir øðrum rokningina. At Frihedsbrevet frásigur sær vakthunda-leiklutin í hesum máli og heldur velur at stuðla samgonguni, er teirra frælsa val, og tað var helst eisini meiri ella minni væntandi, tá nú samgongan bleiv tann, hon bleiv. Men Frihedsbrevet verður noytt at góðtaka, at aðrir fjølmiðlar kritisera landsins stjórn og eisini tala søkina hjá teimum, sum tikið verður frá.

Norðlýsið ætlar sær í øllum førum framhaldandi at eygleiða, reagera, analysera og dokumentera, ikki minst áskoðanirnar hjá teimum, ið merkja neiligar avleiðingar av førda politikkinum í landinum. Hetta verður ikki gjørt fyri at spjaða, men fyri at fáa øll sjónarmið við. At tað so harmar Frihedsbrevet og partar av Javnaðarflokkinum, at tey við samgongupolitikkin ósamdu eisini verða hoyrd og lisin, má bara vera harvið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…