Lýsing
Lýsing
Lýsing
Feðgarnir Pól Huus og Hjørtur Sólstein | Mynd: Anna Maria Joensen

Upplagt fyri North Pelagic at vera við á stevnuni

SKRIVAÐ: Anna Maria Joensen  |  25.04.2023 - 23:10 Tíðindi Vinna

Norðlýsið fekk orðið á stjóran í North Pelagic, sum luttekur á fiskivinnustevnuni Global Seafood Expo í Barcelona og spurdu hann m.a. um fyritøkuna, messuna, ávirkanina av krígnum í Europa og um, hví North Pelagic hevur valt at vera við á messuni.   

 

- “Vit eru við, tí hetta er nógv tann størsta messan innanfyri fiskarí sum er”, sigur Pól Huus Sólstein, stjóri á North Pelagic. “Her kann man stilla út, og ein møtir øgiliga nógvum fólkum. Vit møta okkara keyparum her, og eg las, at umleið 25.000 fólk eru við á messuni. So skuldi ein valt eina messu burturúr, so var tað hendan. Á øðrum stórum messum eru aðrar matvørur við eisini, og so eru smærri fiskivinnumessur, men hendan er ein stór messa, ið einans snýr seg um fisk, so hon fyri okkum er tann mest beinrakna”, sigur stjórin.

Talan er um tríggjar intensar, pakkaðar dagar, har ein møtir um morgunin og er til staðar allan dagin. Ein rúgva av fólkum koma framvið, og tað er væl frægari at møta fólki á hesi messuni enn at brúka nógvan pening til flogbillettir at vitja fólk. Keypararnir, ið vitja North Pelagic á messuni, koma úr Japan, Ukraina, Korea, Kina, Russlandi og Polen.

- “Vit fáa ikki eina rúgvu av nýggjum kundum við at vera her, tí soleiðis fungera hesar messurnar ikki. Vit hava okkara fasta kundabasa, og so kemur onkur einstakur afturat nú og tá”, sigur Pól Huus Sólstein, ið eisini kemur inn á, hvussu kríggið í Ukraina hevur ávirkað hansara fyritøku: “Vit selja framvegis fisk til bæði Russlands og Ukraina, men vit eru eisini væl vitandi um, at støðan er sera óviss. Vit eru øll samd um, at kríggið er ein katastrofa og ein sorgarleikur, men vit blanda tað ikki upp í sølu av fiski. Tað er ikki okkara uppgáva”, leggur stjórin dent á.

Tað er tí serliga óvissan, sum kríggið hevur við sær, sum ávirkar. North Pelagic fylgir væl við, og um støðan broytist, er fyritøkan eisini til reiðar at broyta seg eftir nýggju umstøðunum.

 

Um fyritøkuna North Pelagic:

North Pelagic er stovnað í 2008. Pól Huus Sólstein, stjóri, eigur sjálvur helvtina av fyritøkuni. Tá nýggja (núverandi, blaðm.) Norðborg kom, so hevði reiðaríið Hvalnes ynski um at taka sær av søluni sjálvi, og tí varð eitt felag stovnað, har norðmenn vóru við, sum síðani eru keyptir út. Áður tók eitt norskt felag sær av søluni, men í dag tekur North Pelagic sær av henni, og har eigur Christian í Grótinum helvtina og Pól Huus Sólstein hina helvtina.

Fyritøkan North Pelagic hevur 5 fólk í starvi, og hon selur fyri umleið 400 milliónir um árið. Felagið er í menning sum fiskasøla, og umframt fiskin hjá Norðborg selur felagið eisini fyri bæði onnur føroysk og útlendsk feløg; í roynd og veru um allan heimin. Í fjør seldi felagið fyri umleið 150 milliónir fyri aðrar aktørar enn Norðborg. North Pelagic selur einans uppsjóvarfisk – sild, makrel, svartkjaftur, lodna, fiskamjøl og lýsi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
SMS'a til Komið øll við
Karl: Vit hava avtala fund við Føroya Bj…
Nýggj bilasøla sær dagsins ljós
Svar til KVF
Countrystjörnan Hallur Joensen kemur á G…
Jóla­trøini
Býráðið kroystir Föroya Bjór við óaksept…
Kósavirkið virkað í 15 ár uttan steðg
Avgerð tikin um at fara til samráðingar…
2 x Svensson í Gallarí Á Stongunum
Sjúrður tryggjað fígging til sjósavn, fi…
Okkurt Jólapiss á loftinum í Spinnarínum
Kommunustýrið í Kunoyar kommunu hevur s…
Kaffisølan hjá KÍ gav 125.000 krónur í 2…
Í hálvum gekki
Umleypandi veður í vikuni
STYRKILYFTING: Rógvi Sørensen vann steyp…
Seinastu dystirnir fyri jól
Loynifundur á Strondum
Býráðslimur fegnast um góðu gongdina