Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjúrður Skaale brúkar skeiv og villleiðandi tøl um Barentshavið

SKRIVAÐ: Hanus Hansen, stjóri JFK  |  02.05.2023 - 14:00 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Havi fingið eitt eintak av handritinum Exit Russland?, sum Sjúrður Skaale skal leggja fram í dag í Løkshøll. Í handritinum verður upplýst, at Árni M. Dam hevur gjørt útrokningarnar vegna Javnaðarflokkin á Fólkatingi.

 

Ein skjót gjøgnumgongd av síðunum 45 – 47 vísir fleiri skeivleikar og villleiðingar, sum millum annað skal minka metingina í framløguni í dag við 129 mió. kr. – frá 466 mió. kr. til 337 mió. kr. – um Føroyar sjálvar fiskaðu kvotuna í 2021, sum Føroyar hava latið Noreg og Ruslandi:

 

 

Eisini verður niðanfyri víst á skeivleikar og villleiðingar í sambandi við fiskiskapin í Barentshavinum – hetta verður umtalað undir punktunum 2, 4, 5, har eisini verður víst á, at nýggju skipini koma at økja veiðuvirðið við umleið 15 %, tá ”Alt verður tikið í land”.

Øll hesi tøl ávirka allar aðrar niðurstøður í framløguni, og stundir hava ikki verið at kanna hetta – men ivasamt er, um hetta talgrundarlag, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingið leggur fram, í heila tikið kann nýtast sum kjakevni í dag!

 

1: Miðalprísir nóta- og ídnaðarskip  - skeivir – ávirka minus 29 mió. kr.

Tá miðalprísirnir verða uppgjørdir út frá heimasíðuni hjá Vørn, má ein taka atlit til, at Norðborg hevur framleiðslu umborð – tvs. at avreidda nøgdin, sum framgongur av hesi síðuni, ikki er tann runda vektin, og tí ein hægri miðalprís pr. kg. – tí má hesin fiskiskapur takast úr talvuni, og tað er júst tað sama, sum verður gjørt, tá tilfeingisgjaldið verður ásett.

 

 

Niðanfyri er sundurgreining frá Vørn yvir prísirnar.

 

 

2: Uppgerð søla í Barentshavinum – skeiv uppgerð

Í handritinum frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi verður upplýst, at sambært Vørn, so er samlaði fiskiskapurin í Barentshavinum í alt kr. 452 mió. kr.

Hetta er ikki rætt.

Um hugt verður inn á heimasíðuna hjá Vørn fyri 2021, so sæst, at t.d. Arctic Viking ikki stendur skrásettur fyri nakran fiskiskap av botnfiski í Barentshavinum, men vit vita, at hetta skipið avreiddi í januar 2022 umleið 18 mió. kr. av botnfiski, sum er skrásett í 2022, men av kvotuni í 2021 – tí manglar t.d. henda upphædd í uppgerðini.

Heimasíðan hjá Vørn er soleiðis uppbygd, at søla av eini last ikki verður skrásett í tí árinum kvotan viðvíkur, men í tí árinum hetta verður avreitt. Um túrur byrjar í november og landað verður primo januar, so verður veiðan skrásett í seinna árinum.

Tí kunnu hesar 452 mió. kr., sum Árni M. Dam hevur við í sínum útrokningum ikki nýtast.

 

3: Hjáveiða – uppfunnin upphædd upp á 42,6 mió. Kr.

Sjúrður Skaale og Árni M. Dam leggja fram, at teir meta, at Russland hevur eina hjáveiðu upp á 42,6 mió. kr. Sambært heimasíðuni hjá Vørn yvir útlendska veiðu í Føroyum, so er eingin hjáveiða skrásett. Vørn hevur fleiri ferðir upplýst, at stovnurin regluliga ger kanningar umborð á russiskum skipum, og at her er einki at finnast at – tí er hetta ein sera grov ákæra, sum Sjúrður Skaale og Árni M. Dam her koma við ímóti Vørn. Pelagisku skipini hava ikki nevnivert av hjáveiðu, og tí eru hesi tøl ikki til at skilja.

Niðanfyri er útskrift frá Vørn av útlendsku veiðuni undir Føroyum í 2021, har hjáveiða hjá russum ikki visir 42,6 mió. kr., men 0 kr.

 

 

4: Árið 2021 var serstakt vánaligt í Barentshavinum

Í handritinum verður nevnt, at árið 2021 er valt, tí at hetta m.a. er árið, tá tilfeingisgjaldið var ásett í Barentshavinum. Men 2021 var eisini eitt sjáldsama vánaligt fiskiár í Barentshavinum, og tí varð ikki øll kvotan uppfiskað, men við tí avtalu, sum tá var, so segði henda, at 12 % av ikki fiskaðum fiski kundi flytast fram til 2022, og tí hevði meginparturin av hesum kunna verið fiskað eftirfylgjandi ár.

 

5: Alt í land – øking í virðisøking við umleið 15 % við nýggju skipunum

Eitt sum ikki framgongur av handritinum hjá Sjúrða Skaale, er, at nýíløgur eru gjørdar í Barentshavinum, og at hetta kemur at økja avreiðingarvirðið við umleið 15 % í framtíðini, so hetta er eisini nakað, sum atlit skal takast tíl í eini slíkari frágreiðing, sum Javnaðarflokkurin leggur fram í dag.

 

6: Ikki sama samanlíknargrundarlag millum Føroyar og Norra/Russland

Árni M. Dam spælir sær eitt sindur við tølunum, tá komið verður inn á viðurskiftini, hvat loysir seg betri, tá virðið á kvotuni í Barentshavinum verður uppgjørt í mun til ta kvotu, sum vit lata Noregi og Russlandi verður uppgjørd.

Hetta er beinleiðis villleiðandi.

Grundarlagið hjá Árna M. Dam undir uppgerðini at fiska latnu veiðuna sjálvi, er, at øll kvotan verður virðisásett + ein meting av uppfunnari hjáveiðu hjá russum.

Tá kvotan í Barentshavinum verður uppgjørd, so er tað bert veruligi fiskiskapurin (sum í uppgerðini eisini er skeivur), sum verður uppgjørdur.

Um hugt verður eftir tí, sum t.d. Norra hevur fiskað í Føroyum í 2021, so er hetta bert umleið 52 % av samlaðu kvotuni, sum teimum er tillutað, men hetta verður av Árna M. Dam virðisett til 100%. Øll, sum fáast við fiskiskap vita, at henda nøgd, sum er virðisásett til 57 mió. kr., ikki hevði komið til beinleiðis gagns fyri føroyska heimaflotan, um hann fiskaði hetta. So eisini her skulu gerast broytingar.

At sami uppgerðarháttur ikki verður nýttur, kann ikki vera rætt, tá kvotavirðið skulu samanlíknast.

Tá samanlíkningar skulu gerast, so má grundarlagið verða, at tað eru veruligu kvotunar, sum verða samanlíknaðar, so røttu virðini kunnu samanberast. Yvirliti niðanfyri vísir hesi kvotavirði fyri 2021, mió kr.:

 

 

Sum tølini vísa omanfyri, er tað eitt pluss til Føroyar upp á 220 mió. kr., og fyri 2022 er munurin enn størri.

 

Annað

Tá tosað verður um Exit Russland, sá átti russiska virksemi á landi eisini at verið tikið við í eina frágreiðing sum hesa. Leysliga mett er talan um ein umsetning upp á millum 400 – 500 mió. kr. Ein stórur partur av hesum er olja, men hetta skapar nógv virksemi runt landið.

Missa vit fiskivinnusáttmálan við Russland, er vandi fyri, at vit missa rættin til at selja fisk til Russland. Hetta hevur sera stóran týdning fyri uppisjóvarfisk, so sum sild og makrel.

 

Vinaligast

 

Hanus Hansen

Stjóri, JFK

Lýsing
Seinastu tíðindini
Karl: Vit hava avtala fund við Føroya Bj…
Nýggj bilasøla sær dagsins ljós
Svar til KVF
Countrystjörnan Hallur Joensen kemur á G…
Jóla­trøini
Býráðið kroystir Föroya Bjór við óaksept…
Kósavirkið virkað í 15 ár uttan steðg
Avgerð tikin um at fara til samráðingar…
2 x Svensson í Gallarí Á Stongunum
Sjúrður tryggjað fígging til sjósavn, fi…
Okkurt Jólapiss á loftinum í Spinnarínum
Kommunustýrið í Kunoyar kommunu hevur s…
Kaffisølan hjá KÍ gav 125.000 krónur í 2…
Í hálvum gekki
Umleypandi veður í vikuni
STYRKILYFTING: Rógvi Sørensen vann steyp…
Seinastu dystirnir fyri jól
Loynifundur á Strondum
Býráðslimur fegnast um góðu gongdina
Veðrið restina av degnum og í nátt