Lýsing
Lýsing
Lýsing
Málningur av fyrsta skúlanum í Klaksvík. Málað eftir minninum av Jógvani Waagstein, sum var føddur har. Skúlin stóð har, sum KFUM stendur í dag.

Tveir gerðadreingir

SKRIVAÐ: Alex Sólstein  |  22.05.2023 - 10:23 Mentan Tíðindi

Í átjanhundraðogáttatiárunum gingu í Gerðum tveir dreingir, sum vóru systkinabørn.

 

(Grein úr blaðnum)

 

Páparnir vóru brøður, annar Òli Klokker og hin Sámal lærarin, og báðir dreingirnir itu Jógvan. Tað itu nógvir Gerðamenn tá, men sum so mangir teirra høvdu teir eitt tilnavn; annar kallaðist Jógvan har Yviri og hin Jógvan í Skúlanum. Tá teir vuksu til mans, fingu teir báðir sær eitt nýtt eftirnavn, bæði úr lokaløkinum. Annar eitt daniserað navn úr Kjølinum, har Kjalarbrúgvin bleiv til Kjølbro, og hin eitt navn úr Vágni, har Vágssteinur bleiv til Waagstein. Við hesum nøvnum komu teir báðir at festa sítt navn í Føroya søgu.

 

Jógvan Frederik Kjølbro f. 1887 d. 1967

 

Kjølbro gjørdist størsti vinnulívsmaður nakrantíð á Føroya landi, og Waagstein ein tann fyrsti og stórvirknasti listamálarin í landinum, eins og hann gav okkum nøkur av vakrastu songløgunum vit eiga, og annars sum savnari hevur varðveitt okkum ein stóran part av kingoløgunum og fleiri verðslig fólkaløg. Hann sat við urguna í Havnar kirkju í út ímóti fimmti árum.

Jógvan Waagstein var ommubeiggi mín, og sat eg uppi við urguna hesa helst seinastu ferð hann spældi. Tað var til brúðleypið hjá Evu í Horni. Eva og Karl úr Sumba høvdu gingið eitt sindur saman undan krígnum, men Karl fór út at sigla sum stýrimaður og var burtur øll bardagaárini og kom ikki til Føroyar aftur fyrrenn 1947/48. Tá møttist tey aftur í búnum aldri og gjørdu av at giftast. Eva vildi fegin hava eitt stórt og bæruligt brúðleyp bæðí í kirkju og klubba. Waagstein hevði lagt frá sær sum organistur, hetta var í 1948, og avloysarin hjá Waagstein spældi bert sálmaløg, og Eva vildi fegin at brúdleypsmarsjurin av Mendelsohn varð spældur, og har var eingin annar í Havn tá, sum kundi spæla brúdleypsmarsjin av Mendelsohn Bartholdy. Eva fór tí til Waagstein og spurdi hann, um hann ikki vildi spæla brúðarmarsjin fyri sær. Hon hevði sungið í  sangkóri  hjá honum í nógv ár og hjálpt honum við ymiskum í hesun sambandi. Waagstein játtaði, so hon fekk tað, sum hon fór eftir, og eg fekk upplivingina at síggja ommubeiggja spæla brúðarmarsjin.

 

Hví endaði Waagstein í Havn?

Tað var soleiðis, at tá hann var liðugur við læraralesturin í 1901/2  og var farin at vera hjálparlærari á vestaru síðuni á Borðoynni hjá pápa sínum Samuel M. Joensen, so fortaldi Ásmundur úr Hvalvík mær ein dagin – vit spældu saman í Klaksvíkar hornorkestri í sínari tíð – at mamma hansara hevði gingið í skúla hjá gamla skúlalæraranum, og ein dagin kemur Gamli inn og sigur : “ Nu kommer min søn Jógvan ikke længere at undervise her, for nu skal hann  til Thorshavn at være organist “. Tá bleiv bert danskt tosað í skúlanum. 

 

Jógvan Waagstein f. 1879 d. 1949

 

Tað er einki at siga til, at Waagstein tekur av tilboðnum at vera organistur í Havnar kirkju, tí har stóð stórsta og møguliga einasta pípuorglið í landinum, so fyri ein tónleikara sum hann, var tað øðrvísi enn at sita við eitt lítið stovuorgul í kirkjuni í Klaksvík.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður