Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nordhavns Regatta í Keypmannahavn

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.05.2023 - 14:02 Mentan Myndarøð Tíðindi

Forkunnug føroysk stevna verður í danska høvðusstaðnum komandi leygardagin hin 27. mai bert ein vika undan Norðyastevun - Nordhavns Regatta 2023 í Keypmannahavn.

 

 


Á skránni er útigudstænasta, setanarrøða við løgmanni, kappróður, góður matur, lutasðlar við góðum vinningum, konsertir við stjørnum úr Føroyum, føroyskur dansur, felagssangur, konsertir og dansur.


Tiltakið byrjar klokkan 13 við sølu av grillpylsum og øðrum góðum. Klokkan 13:30 er føroysk útigudstænasta, tá Martin Fjallstein fer at ringja við messingklokku. Borgny Brünings-Hansen er prestur og við sær hevur hon organist og sálmahefti. Klokkan 14 fer Aksel Vilhelmsson Johannesen, løgmaður, at seta heimsins fyrstu føroysku kappróðrarstevnu í ár, Nordhavns Regatta 2023.

Frændin Steintór Rasmussen undirheldur síðan við gittara og sangi nakrar fosturlandssangir, meðan dómsnendin fer at leggja seksmannaførini klár at rógva kapp í Svanemøllebugten, har føroyingar hava róð í fleiri ættarlið. Umleið seks róðrar verða - hvør á 750 metrar. At enda er medaljuhandan og bobluvatn til rógvarnar á græsinum við sjógvin. Veðurforsøgnin sigur 22 hitastig og 3 metur um sekundið.

Stutt frá strondini fer Ready Steady Blues Band at undirhalda í teltinum hjá Tvørabátinum og inni í neystinum er heitur grýturættur til sølu við mususoksa, sum Kristen Højgaard stendur fyri umframt forkunnug føroyska matsøla og heimabakaðar kakir.

Tey fara uppá gólv í Pallastovu við dugnaligum skiparum - Hugin Eide og Tórur Johannesen. Tey lova rungandi felagssang í teltinum við Tummas Niclasen á harmoniku, har eisini konsertir og dansur verður við Herborg Torkilsdóttir, Ólavur á Váli og Henning Hjalt Nicodemussen – umframt at Rasmus Borðoy fer at diska modernaðan og eldri føroyskar slagarar út á náttina.

Róðrarfelagið Tvørabáturin er vertur og tey væntað nógvar gestir, tí væl er reklamerað í ár og væl varð vitjað í fjør. Ókeypis rutubilur koyrir við gestum millum Orientkai Metrostøð og regattaøkið - Vesterhavsvej 9, 2150 Nordhavn.


Seks føroysk kappróðrarfeløg við 20 føroyskum bátsmanningum eru í Danmark og Loftbrúgvin hevur stuðlað tiltakinum. Ókeypis er at vitja tiltakið. Les meira á https://www.facebook.com/events/908998503545432?ref=newsfeed

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið stroymir beinleiðis úr Varpinu…
Tunnusláttur við Klaksvíkar Hornorkestri
Føroyar lata nógv minst í landbúnaðarstu…
Í Grønlandi hevur helmingin bert fólkask…
Búnaðarstevna í Varpinum
- Avbjóðingar­nar eru nógvar, men møgulei…
KÍ spælir í Sørvági sunnudagin
Tindhólmur VA 115
Búnaðarstevnan sett
Føroyskar sagnir á enskum ganga sum heit…
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Lýsing