Lýsing
Lýsing
Lýsing
Steffan Klein Poulsen avmyndaður í knesset í Ísrael í dag

Steffan Klein Poulsen: Ilt við at kvetta eitt samstarv um mat

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.06.2023 - 20:11 Politikkur Tíðindi Vinna

Eg haldi at landsstýrið fer ov langt við sínum tiltøkum og eg komi ikki at taka undir við teimum, sum tað fyriliggur, skrivar Steffan Klein Poulsen á sínum facebook vanga í dag

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður skrivar soleiðs á sínum facebook vanga í dag. 

 

Tað mest etiska vit menniskju kunnu gera, er at steðga sjálvum krígnum ímillum Russland og Ukraina.
Tað allar mest etiska hevði verið, at steðga krígnum áðrenn tað breyt út.

Møguliga vit (vesturheimurin) kroystu Russland ov langt upp í ein krók, sum harvið fekk teir at sláa frá sær og meira enn tað... Var tað nóg gjøgnum hugsa av okkum? Var tað rætta loysnin? Skuldu vit ikki verið meira diplomatisk móti russum?

Eg havi ikki fullkomna svarið og tað er eisini lætt at verða bakklókur.

Hetta russiska álopskríggi kann á ongan forsvarast, men brennandi spurningurin er, hvussu vit nú, tá vit hyggja frameftir, fáa steðga tí á bestan hátt. Hvussu skulu vit handla frameftir, fyri at fáa hesa ógvisligu og ómenniskjaligu konfliktina at trappa niður. Myndirnar úr Ukraina tala fyri seg...

Í tí lovaða landinum, har eg eri staddur beint nú, havi eg frætt, at Ísrael liggur sum ein lús ímillum tvær negl og roynir at verða diplomat ímillum Ukraina og Russland (russarar eru t.d. ein hjálp hjá Ísrael tá tað kemur til luftverju og annars eru jødar í báðum londum). Teir fordøma sjálvandi álopið hjá russum, men Ísraelar hava valt diplomatisku linjuna og gera sítt fyri at skapa frið (teir vóru í øllum førum avmarkaðar við sanktiónum av fyrstan tíð).

Norra hevur valt at forseta við fiskivinnusamstarvinum, tó við herdum eftirlitið, orsaka av teirra støðu í Barentshavinum saman við russum.

Vit føroyingar skulu leypandi taka okkara egnu avgerðir.

Persónliga síggi eg ikki so svart-hvítt uppá málið, sum fleiri onnur gera. Eg eri ikki sannførdur um, at hetta er rætta loysnin, sum landsstýrið meldaði út í dag. Eg haldi eitt nú, at vit kundu forboðið landing av kongafiski, sum russarar fiska “ólógliga” og annars hert eftirlitið við russum. Hetta seinna kann gerast á fleiri hættir.

Eg haldi at landsstýrið fer ov langt við sínum tiltøkum og eg komi ikki at taka undir við teimum, sum tað fyriliggur. Eg havi ilt við at fara so langt, har vit møguliga koma til at kvetta eitt samstarv av, sum snýr seg um matvørur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen