Lýsing
Lýsing
Lýsing

Næmingar á Skúlatrøð fáa heilsugóðar millummáltíðir

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  02.06.2023 - 11:24 Myndarøð Tíðindi

Mikudagin 31. mai 2023 fingu næmingarnir í miðdeildini á Skúlatrøð fyrstu millummáltíðina serveraða í nýggju mat- og máltíðarskipanini, sum Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta í verk í góðum samstarvi við Føroya Landsstýri og Undirvísingarstýrið.

 

 

Sólin skein oman og niðan bæði mikudagin og í morgun, tá ið Lovisa Lassen, kostfakligur samskipari, og Emma Winther Olsen, verkætlanarfólk, serveraðu fyrstu millummáltíðina til næmingar á Skúlatrøð, ið er liður í nýggju mat- og máltíðarskipan skúlans, sum Klaksvíkar býráð, eftir tilmæli frá Heilsunevnd býráðsins, samtykt at seta í verk á Skúlatrøð.

Seinastu vikurnar hava Lovisa og Emma arbeitt miðvíst við at fyrireika skipanina, har avgjørt er, at næmingarnir í miðdeild fara at geva tær fyrstu royndirnar av, hvussu ein millummáltíð skal skipast inn í skúladagin.

- Mikudagin gjørdu vit fyrstu royndina at servera fyri næmingum, og ætlandi verður ein millummáltíð bjóðað nakrar ávísar dagar áðrenn summarfrítíðina, sigur Lovisa

- Okkara missión er at geva næmingum møguleika at sansa og læra um mat uppá ymiskar mátar.
M.a. við at gera matin forvitnisligan. Hetta kann vera við til at styrkja teirra matmót soleiðis, at næmingarnir við tíðini fara at eta meira fjølbroytt.

- Ein góður matpakki og ein góð millummáltíð hava stóran týdning fyri skúladagin sum heild, og vit vóna, at næmingar og foreldur taka væl ímóti hesi verkætlan og eru opin fyri at royna fjølbroyttar millummáltíðir.

Annika S. Biskopstø, heilsunevndarforkvinna, fegnast um, at bæði Klaksvíkar býráð, landsstýrið og Undirvísingarstýrið hava víst ein so góðan vilja at seta hesa skipan í verk, sum er tann fyrsta av sínum slagi í einum fólkaskúla her á landi.

- Við hesum ynskja vit sum kommuna at ganga undan við at útvega skúlanæmingum eina heilsugóða millummáltíð, ið teimum orku og megi í gerandisdegnum og harvið geva teimum best møguligar fortreytir fyri at trívast og mennast.

- Yvir tíð skal mat- og máltíðarskipanin mennast, so skúlanæmingar ikki longur hava tørv á matpakka hvønn dag. Eg fegnist um, at vit nú hava sett spónina í, og gleði meg til víðari tilgongdina og menningina av hesi slóðbrótandi verkætlan, sigur Annika.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað ber ikki til at forða okkum í at key…
Barnalist á Stongunum
Ziska sleipaði Olgu Mariu á Lorvík
Jørgin Ellingsgaard 75 ár
Gadus skrivar søgu – alt til matna
Suðuroyar­tunnilin fer neyvan at hava vón…
Koppsetingarvika
KJ hevur í dag keypt fyritøkuna Pomek i…
Samgongan virðir ikki norð­urøkið
KJ keypt Pomek
Veðhaldi fyri Eystur- og Sandoyar­tunlar…
G. JØRGENSEN letur upp á Stangavegnum
Gandafloytan í Varpinum
Sannleikin um pávadømið
Reimund nýggjur í nevndini hjá KT-felagn…
Folk-punk, framtíðarrokk og hitabylgja á…
Norð­oyastevnubrak á Føroya Bjór
Nógv áhugaverd mál á býráðsfundi
Breið semja um at betra umstøður­nar hjá…
Eldraráðið skipar fyri tiltaki í Miklada…