Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nær skulu vit vænta at fáa eina integratiónslóg?

SKRIVAÐ: Hanna Jensen  |  05.06.2023 - 13:15 Politikkur Tíðindaskriv

Seinnu mongu árini er talið á útlendingum, sum seta búgv í Føroyum, vaksið skjótt og veksur  enn.  Sambært Hagstovuni er ein stórur partur av orsøkini til fólkavøkstur í Føroyum seinastu árini tann  stóra tilflytingin. Talan er tá óivað um føroyingar, sum flyta heim, men ikki minni um útlendingar, sum flyta til Føroya í sambandi við arbeiði, familjuviðurskifti o.a.

 

 

Hesi ríka okkara samfelag og taka m.a. upp arbeiði, har tørvurin á arbeiðsmegi er stórur og trupul at nøkta. Tey bera við sær nógvan kunnleika, vitan og mentan, sum kemur og í størri mun eigur at koma føroyska samfelagnum til góðar. Fleiri og fleiri tekin eru um, at neyðugt er at styrkja fyrisitingina  av  hesum øki,  so samfelag okkara er betri ført fyri at taka ímóti tilflytarum og  gera tað høgligt hjá teimum at lenda í skipanum, sum mynda okkara gerandisdag. Men tørvur er helst eisini á  at stýra  gongdini  og  tryggja  myndugleikum  betri  vitan,  grundarlag og heimildir á hesum øki, og óivað er neyðugt at nágreina rættindi og skyldur hjá bæði einstaklingum og myndugleikum.

Í fleiri ár hava vit frætt um, at arbeitt verður við føroyskari integratiónslóg, tó enn er hon ikki komin, og tað tykist sum, at málið er av meira torgreiddum slagi.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum við ábyrgd fyri hesum øki, Bjarnar K. Petersen:

1.     Hvussu gongur at fyirreika lógaruppskot um integratión?

2.     Hvørjir eru týdningarmestu tættirnir, sum ein slík lóggáva eigur at fevna um?

3.     Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar at skipa ein heildarkendan føroyskan politikk á útlendingaøkinum?

4.     Nær væntast lógaruppskotið at vera klárt at bera í Løgtingið?

 

Spurningurin varð sendur hin 30. Mai og havi eg fingið boð um, at landsstýrismaðurin skal hava svarað seinast 12. juni.

 

Hanna Jensen, løgtingskvinna

Framsókn

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…