Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Hagtølini hjá Páll í altjóða fótbólti síðstu árini eru framúr

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.06.2023 - 12:35 Ítrottur Tíðindi

Hagtølini hjá Páll A. Klettskarð í altjóða fótbólti fyri KÍ bakka ikki upp um aðru grundgevingiuna fyri, hví hann ikki er úttikin.

Tá A-landsliðið í morgun bleiv úttikið, so var besti leikarin í Betri Deildini 2023 vrakaður. Håkan Ericson grundgav við tveimum høvuðsorsøkum. Tann eina var at tað var bara pláss fyri trimum álopsleikarum hesaferð, har fleiri av hinum kundu røkja leiklutin sum hangandi álopsleikari ella 10’arir og at tað bara var pláss fyri einum brotssteigsálopsleikara (boksálopsleikari), har Klæmint A. Olsen er valdur framum.

Hin var ein, sum man kann seta spurnartekin við. Håkan nevndi fyri KVF at: - KÍ spælir eitt slag av fótbólti í landskappingini, har man hevur bóltin sera nógv og álopsstøðu. Í tí er Páll góður bæði til at avslutta og at spæla fram aðrar. Men hjá okkum á landsliðnum, so sær dystarmyndin ofta ikki soleiðis út. Vit hava sum mál at hava nógv bóltin móti Kekkia og Albania, men mest sannlíkt kemur tað ikki at verða so. Og tá eru tað aðrar styrkir, sum eg kanska raðfesti hægri, segði hann við KVF.

Hagtølini frá altjóða dystunum hjá KÍ síðstu árini bakka ikki hetta seinna upp. Tí Páll hevur skorað heili sjey mál síðstu trý árini, hrav seks eru komin móti liðum, sum hava havt bóltin munandi meir. Páll hevur í miðal skorað mál fyri hvørjar 135 minuttir, sum eru framúr tøl í altjóða fótbólti. Sí tøl niðanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld